Ongi úrslit

Seinastu liðini skulu finnast til HM í fótbólti

Fleiri spennandi og avgerandi dystir í dag og í nátt.

Vilhelm Clementsen
5 tímar síðan

Í dag vera fleiri avgerandi dystir um tey seinastu plásini til HM endaspælið í Meksiko, USA og Kanada. Tað er eisini ein nýggjur leistur har liðini ikki fáa ein retur dyst, hettar vil siga at tað bert er ein dystur at spæla, taparin fer úr og sleppur ikki við.

Tjekkia spæla ímóti Danmark. Danmark vann sanførandi seinast ímóti Norður Makadonia 4-0 meðan Tjekkia hevði tað heldur trupult ímóti Írlandi men vunnu í einari brotsparks kapping.

Eitt annnað norðanland hevur ein møguleika at spæla seg víðari og tað er Svøríki, teir spæla ímóti Pólandi í dag.

Italia høvdu nógv nokk vænta at sæð beint víðari men so bleiv ikki. Italia hava havt tað sera ringt at spæla seg víðari til eitt HM endaspæl og hava eisini fingið ein truplan dyst á útivølli ímóti Bosnia at avgerða teirra lagnu.

Eitt land hevur møguleika fyri at spæla seg víðari til sítt fyrsta HM endaspæl og tað er Kosovo, men so krevst ein sigur á einum sera sterkum Turkiskum liði.

Uttan fyri Evorpa eru tveir dystir. Tann eini millum Jamaika og DR Kongo og so í morgin millum Bolivia og Irak.

Allir dystinir í Evropa vera spældir samstundis klokkan 19:45. Dystinir kunnu síggjast á kanalinum hjá TV2 ella á TV2 Play

Tjekkia-Danmark 19:45 (TV2, TV2 Play)

Kosovo-Turkaland 19:45 (TV2 Play)

Bosnia-Italia 19:45 (TV2 Sport X, TV2 Play)

Svøríki-Póland 19:45 (TV2 Sport, TV2 Play)

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

26. mars kl. 17:01

ABC fara til samráðingar í morgin

29. mars kl. 11:05

Steinaði mann í høvdið við stórum steini

Í gjár kl. 08:55