Føroyar eru framvegis tað samfelagið um okkara leiðir, har stættamunurin er minst - og sostatt eru Føroyar eisini tað javnaðast samfelagið í verðini.
Tøl frá Hagstovuni vísa, at í fleiri ár er gini-talið í Føroyum kvinkað uppeftir, men í 2024, sum er tann nýggjasta uppgerðin, lækkaði tað aftur eitt vet.
Gini-talið vísir, hvussu javnt inntøkurnar í landinum eru býttar. Hava øll somu inntøku, er gini-talið 0, og er tað eitt húski, sum hevur alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100.
Í 2023 var gini-talið 22,6, men í 2024 lækkaði tað niður í 21,8. Tað er fýra ár síðani, at gini-talið kvinkar niðureftir, sigur Hagstovan.
Ginitalið er eitt sindur størri hjá monnum tí í 2024 var gini-talið hjá monnum 22 og hjá kvinnum var tað 21,5.
Uppgerðin vísir, at hesi seinastu tíggju árini hevur gini-talið, tey allarflestu árini, ligið ímillum 21 og 23.
Gini-tølini vísa, at stættarmunurin er minni í Føroyum enn hann er í øðrum londum.
Í Danmark og Svøríki er gini-talið 28-29 og fyri ES londini sum heild er gini-talið 29 í miðal.
Í Grønlandi er gini-talið upp aftur størri, tí har er tað 34.
Tað er eitt lítið sindur av muni á, alt eftir hvar í landinum fólk búgva. Sum tað sæst á myndini niðan fyri, er Gini-talið eitt sindur hægri í Sandoynni enn tað er í restini av landinum.
