Samkeyp hevur húsast í einum gomlum handli í Norðragøtu, sum hevur verið trongur og umstøðurnar hava ikki verið serliga góðar. Men nú byggja teir nýggjan handil.
Talan er um ein nýggjan og munandi størri handil, sum verður í Norðragøtu. Nýggi handilin verður 1.200 fermetrar, og skal hýsa einum nýmótans Á-handli við betri plássi og breiðari vøruúrvali. Stjórin, Hallur Djurhuus, greiðir frá, at verandi handil hevur verið ov lítil í longri tíð, og at tørvur hevur verið á nógv betri umstøðum.
Tí varð farið undir at menna ein nýggjan handil, har snið, innrætting og heildaruppliving hava verið í miðdeplinum. Arbeitt hevur verið saman við royndum arkitektum, og Eysturkommuna hevur eisini verið við í tilgongdini.
Sniðgevingin tekur eisini atlit til umhvørvið í økinum. Eitt ynski frá kommununi hevur verið, at nýggi bygningurin skal hava visuellan samleika við býráðshúsið – hetta sæst, millum annað, aftur í tí, at í handlinum skal eisini verða pláss fyri eini kafé.
Tað er stórur munur á tí gamla og tí nýggja, bæði í stødd og sniði. Gamli handilin er frá 2002, og er ikki broyttur nakað seligt síðani. Nýggi handilin verður, sum stjórin sigur – nógv størri, ljósari og nýmótans, og í sama stíli sum teir nýggju Á-handlarnir í Havn.
Vøruúrvalið verður eisini størri. Serliga fáa deildirnar við frukt og grønmeti, og deildin við kølivørum og frystivørum, meira pláss. Samstundis verður dentur lagdur á at skapa ein ljósan og innbjóðandi handil. Samstundis verður eisini satsa meira upp á blómur og annað til heim og brúk.
Prísstøðið fer at samsvara við hini Á-handlarnar kring landið, og ætlanin er, at kundin skal kunna gera alt sítt vanliga innkeyp á einum stað. Ein annar partur av verkætlanini er ein kafé og eina deild við Takeaway, sum fær egnu inngongd.
Umleið 80 fermetrar eru settir av til hetta endamálið. Ætlanin er at skapa, sum minnir um Á-handlinum á Sundsvegnum í Havn. Leigari TiL DEILDINA VIÐ TAKEAWAY, er tó ikki funnin enn, men vónirnar eru, at tað verður eitt stað, sum ger upplivingina hjá kundanum enn betri.
Arbeiðið er farið í gongd, og eftir ætlan letur nýggi Á-handilin í Norðragøtu upp í desember 2026. – Hetta verður eitt stórt stig bæði fyri okkum og fyri Gøtu, sigur Hallur Djurhuus