Tað kemur ikki eitt tað einasta russiskt skip aftur í føroyska Havn. Tað er Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, púra sannførdur um.
Nettupp Runavík var ein kommuna, sum hevði stórar inntøkur av russiskum skipum, men í sendingini, Stjórnin, á FM1, segði hann, at hann er sannførdur um, at nú fara tey at missa alla ta inntøkuna.
Samgongan hevur gjørt av at banna russiskum skipum at koma til Føroya. Sostatt eru tað bara tey russisk skip, sum fiska kvotu frá Føroyum, sum sleppa í føroyska havn.
Men Tórbjørn Jacobsen er sannførdur um at tað kemur ikki eitt tað einasta russiskt skip aftur í føroyska havn – heldur ikki tey, sum fiska av føroysku kvotuni.
Hann sigur, at tey hava frætt frá russiskum trolara, at hann hevur fiskað av føroyskari kvotu, men tað verður alt umskipað á víðum havi.
Orsøkin er, at hann hevur eisini fiskað í altjóða sjógvi og av tí at hann hevur blandaðan fisk í lastini, sleppur hann ikki í føroyska havn, men má umskipa á víðum havi.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at hetta er lagið hjá øllum russisku trolarunum, at teir hava blandaðan fisk í lastini, so tað fer ikki eitt tað einasta russiska skipið at koma aftur í føroyska havn.
Tá ið samgongan gjørdi av at bara skip, sum fiskaðu av føroysku kvotuni skulu sleppa í føroyska havn, varð mett, at vit fóru at missa helvtina av russiska virkseminum í Føroyum.
Men nú er støðan tann, vit hava mist alt virksemið sum tað er, sigur hann.
Sostatt liggja øll tey russisku skipini nú og avskipa uttan fyri okkara 200 fjórðinga mark. Og tað fáa norðmenn ágóðan av, tí norsk skip sigla í pendulfart ímillum Norra og tey russisku skipini við olju og provianti til tey russisku skipini, sigur borgarstjórin í Runavík.
– Hetta er tað, vit hava fingið burtur úr, legði hann speiskliga afturat.