Samgongan hevði varðveitt meirilutan var val í dag

Javnaðarflokkurin missur eitt tingfólk, og Fólkaflokkurin fær eitt tingfólk afturat

Árni Gregersen
31. august 2023 kl. 17:26

Samgongan hevði varðveitt meirlutan í tinginum, um vit høvdu havt løgtingsval í dag.

Tað vísir ein veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Dimmalætting.

Men meirilutin er tódnaður, síðan løgtingsvalið í fjør. Sam­ gongan fær eftir hesi kanningini 50,8 prosent av atkvøðunum og 17 tinglimir, meðan andstøðan fær 47,3 prosent og 16 tinglimir.

Fyri samgonguna er tað ein afturgongd á 0,9 prosent, meðan andstøðan hevur eina framgongd á 1,8 prosent.

Tað eru Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, sum manna landsstýrið. Av teimum er tað bert minsti flokkurin í samgonguni, Framsókn, sum hevur eina framgongd, meðan teir báðir størru flokkarnir ganga aftur.

Javnaðarflokkurin minkar úr 26,6 prosentum, sum hann fekk á valinum seinast, til 25,5 prosent.

Tjóðveldi fer úr 17,7 pro­ sentum niður í 16,9 prosent í kanningini hjá spyr.fo.

Framsókn fer úr 7,5 prosent­ um niður í 8,5 prosent. Allir tríggir samgonguflokkarnir varðveita tingmannatalið uttan Javnaðarflokkurin, sum missir ein av sínum níggju tingsessum.

Andstøðan

Stóri vinnarin í nýggjastu veljarakanningini er Fólka­flokkurin, sum gongur heili trý prosent fram – úr 18,9 prosent­ um uppí 21,9 prosentstig. Tað gevur flokkinum ein tinglim afturat, so flokkurin hevði fingið sjey tinglimir í staðin fyri seks, sum flokkurin hevur nú.

Fyri Sambandsflokkin gong­ur tað skeiva vegin eftir hesi kanningini. Flokkurin gongur aftur ­ikki nógv, men úr 20 prosentum niður í 19,5 prosent, um val var í dag.

Miðflokkurin minkar eisini úr 6,6 prosentum niður í 5,8 prosent.

Tað er vert at leggja til merk­is, at Sjálvstýri, sum ikki rakk upp um tinggáttina, tá ið løg­tingsval var seinast, hevur eina framgongd á 1,9 og fær 2,7 prosent av atkvøðunum. Hetta er kortini ikki nóg mikið til at fáa umboðan á tingi.

Stóru málini

Gitingar kunnu altíð gerast um, hví flokkar ganga fram, og aðrir ganga aftur.

Hendan samgongan hevur fleiri stór mál at loysa, men neyvan er nakað at ivast í, at viðurskiftini við Russland fylla nógv millum veljararnar.

Tiltøkini móti Russlandi, fiskivinnuavtalan og annars, hvussu Føroyar skulu fyrihalda seg á alheims politiska pallin­um, nú kríggj er í Evropa, fyllir sjálvandi nógv.

Ein spurnarkanning um viðurskiftini gevur ábendingar um, at tað helst ikki er heilt samsvar millum tann politikk, sum samgongan ynskir at reka á hesum øki og tað, sum veljararnir halda.
Júst tað sama er helst eisini orsøkin til framgongdina hjá Fólkaflokkinum.

Í veruleikanum er tað heldur ikki fyrr enn nú, at hendan samgongan sleppur at seta síni fingramerkir á gongdina í sam­ felagnum. Samgongan gjørdi eina fíggjarlóg fyri í ár, men av tí, at samgongan ikki varð skipað fyrr enn stutt fyri jól, so byggir fíggjarlógin í ár fyri stóran part á tað, sum undan­ farna samgonga hevði stungið út í kortið.

Nú skal hendan samgongan bæði uppfylla vallyftir og tryggja langtíðar haldføri í bú­skapinum. Tað skal gerast samstundis, sum samgongan skal uppfylla vallyftir um styttri arbeiðsviku, lønarlyft til bólkar av løntakarum, sum í stóran mun taka sær av um­sorganararbeiði, umframt at samgongan hevur lovað skattalækkingar fyri ávísar bólkar.

Nógv bendir á, at leiðslan í samgonguni skal vísa sera gott politiskt handalag, tá ið tað í heyst av álvara verður farið undir at boksast um fíggjarlóg­ ina fyri komandi ár.