Ongi úrslit

Sambandsflokkurin stuðlar pensjónistunum

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins
3 tímar síðan

Sambandsflokkurin hevur lagt fram eitt uppskot um at avtaka mótrokningina av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum, soleiðis at pensjónistar kunnu arbeiða uttan at verða mótroknaðir í pensjónini. Heldur enn at tvinga fólk at vera longur á arbeiðsmarknaðinum, vilja vit fremja hugin at arbeiða. Vit velja gularótina í staðin fyri pískin.

Í morgin verður 2. viðgerð av uppskotinum hjá samgonguni um at hækka pensjónsaldurin.

Eitt uppskot, ið er grundað á at betra haldførið í føroyska búskapinum, men tekur ikki atlit til, at talan er um menniskju. Førleikin og hugurin hjá menniskjum kann ikki setast í eitt Excel-skjal. Tá fólkavald umboð gera tað, hava tey gloymt, hvønn tað er, tey umboða – Fólkið.

Føroyingar eru raskir at arbeiða, og ein stórur partur av pensjónistunum arbeiða í dag, men mótrokningin ger, at alt ov nógv halda seg aftur, tá inntøkan kemur á markið fyri mótrokning. Vit skulu ikki útnytta arbeiðssemið við tvingsli, men tvørturímóti stuðla huginum at arbeiða.

Sambandsflokkurin vil við hesum uppskotinum gera tað meira áhugavert fyri teir pensjónistar, sum hava heilsu, hug, orku og møguleikar til at arbeiða og taka eitt eyka tak, at vera longur á arbeiðsmarknaðinum.

Við sambandskvøðu,

Bárður á Steig Nielsen,

formaður Sambandsfloksins

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

Borghild og Jóhannes Martin Olsen hava verið gift í 70 ár

15. februar kl. 18:05

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Vit mugu taka tøk saman við suðuroyingum á samferðsluøkinum

16. februar kl. 10:45

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

8 tímar síðan