Ongi úrslit

Samband ímillum Føroyar og Orknoyggjar

Fingu blómutyssi frá Rescue LÍV

© Graham Campbell
Jóhanna Højgaard
11. juli kl. 21:30

Hóast vit kanska ikki hoyra so nógv um Orknoyggjar í tí dagliga, eru sambond ímillum oyggjabólkarnir hóast alt.

Graham Campbell sum býr í Kirkwall er sjálvboðin hjá Kirkwall Lifeboat Station.

Hann legði í 2022 myndir á Facebook, har hann vísti blómutyssi og skriv, sum støðin tá fekk úr Føroyum frá Rescue Lív.

-Í dag fekk Kirkwall bjargingarbáturin eitt deiligt yvirraskilsi úr Føroyum.

Hendan vakra blómukurvin varð latin støðini frá Rescue Liv í Føroyum, fyri at hátíðarhalda okkara 50 ára dag.

Vit eru fegin um at fáa hesa deiligu heilsuna frá okkara vinum í Føroyum, skrivaði hann tá.

Í dag gav Graham, sum eisini er fotografur, okkum loyvi at brúka nakrar av hansara myndum úr Facebook.

Sí hansara Facebook og Instagram, har hann hevur fleiri flottar myndir

Facebook

Instagram

Myndirnar niðast í greinini lýsa, hvussu man hevur fyrireikað og gjørt tað festligt í Kirkwall, áðrenn leikirnir byrja.

Føroyar hava, fyri uttan oyggja- og víkingakulturin, eisini tað til felags við Orknoyggjum, at bæði londini hava hoyrt undir danskt og norskt kongsvald.

Orknoyggjar hoyrir í dag undir Skotland, men síggja seg sjálvi, eins ov føroyingar, sum "Orcadians fyrst" ella "Orkadianara fyrst"

Av nútímans sambondum kunnu nevnast

Norðurlendska samstarvið:

Bæði Orknoyggjar og Føroyar luttaka í Norðurlendska Atlantssamstarvinum (NORA), sum stuðlar samstarvinum í Norðuratlantiska økinum.

Felags áhugamál:

Vit hava líknandi landafrøðiligar eginleikar, mentanararv og ynski um sterkari økismenning.

Møguleiki fyri framtíðar samstarvi:

Orkney kannar síni norðurlendsku sambond og umhugsar alternativar stýrismodellir, sum møguliga kunnu føra til tættari sambond við Føroyar og aðrar norðurlendskar tjóðir.

Samskiftisleinkjur:

SHEFA-2 undirsjóvarkaðalin, knýtir Føroyar og Shetland saman við meginlandinum Skotlandi, íroknað Orknoyar.

Myndir: Graham Campbell

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46