- Væntast kann ein lægri prísur á umleið 14 til 15 svenskar krónur fyri kilo á marknaðinum longu nú, sigur Rebecca Widegren við SVT og aðrar fjølmiðlar. Rebecca er prísleiðari hjá Coop Sverige.
Seinastu árini er prísurin á kaffi annars hækkaður nógv.
Hetta hevur millum annað verið orsakað av ógvusligum turki í Brasil og høgari inflatión, skrivar miðilin.
Har stendur eisini, at framrokningar vísa, at kaffiprísirnir enntá gerast enn bíligari í heyst.
Við atliti at tøkum kaffi og tí, at vit ikki óttast fyri komandi ódnum og munandi broyttum veðurumstøðum, kunnu vit vænta eitt fall í prísinum, heldur prísleiðarin fram.