Ukraina bjóðar nú ókeypis sáðkyknufrysting til teir mongu mannligu hermenninar, sum berjast ímóti Russlandi. Tað veit BBC at siga frá.
Niðurfrystingin er liður í eini nýggjari verkætlan sum skal hjálpa familjum sum vilja hava børn, sjálvt um hermaðurin fær skaða ella doyr í kríggi.
Okkara menn doyggja. Ukrainska genpuljan er um at doyggja út. Tað snýr seg um yvirlivilsi hjá tjóð okkara, sigur hermaðurin Maxim, sum BBC hevur havt samband við.
35 ára gamli maðurin er millum teir ukrainsku hermenninar, sum hava játtað at frysta sáðkyknurnar á einari klinikk í Kiev.
Soleiðis kann kona hansara brúka tað til faa tað barnið, sum tey altíð hava droymt um, um tað gerst neyðugt.
Sáðkyknutænastan var longu bjóðað ókeypis í einari røð av privatum barnsburðarklinikkum í 2022. Í 2023 samtykti ukrainska stjórnin eina lóg við statsligari fígging.
-Okkara hermenn verja okkara framtíð, men teir kunnu missa sína egnu, so vit vildu geva teimum tann møguleikan, segði Oksana Dmitrieva, tingkvinna, sum hjálpti við at smíða lógina.
Lógin er eisini ætlað at hjálpa við at broyta kósina hjá Ukraina, burtur frá demografisku kreppuni, sum landið er í.
Sambært BBC byrjaðu trupulleikarnir við hvørvandi fólkatalinum longu áðrenn kríggið, men kríggið gjørdi tað bara verri.