Ongi úrslit

Rýmdi undan óhappi - tikin fyri rúsdrekkakoyring

Áki Bertholdsen
12. juli kl. 09:08

Um tíggju tíðina í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp har ein bilur bakkaði á parkeraðan bil - men hann rýmdi av staðnum.

Men fólk visti at fortelja løgregluni, hvussu bilurin sá út, so tey fóru at leita.

Og stutt eftir fann løgreglan bilin, ikki so langt frá óhapsstaðnum. Bilurin var punkteraður og hevði nakað av skaða.

Førarin var kortini vekk, men tað eydnaðist løgregluni at fáa fatur á honum. Tá var hann ávirkaður av rúsdrekka, so hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring eftir seks tíma regluni.

Tað merkir, at bilførari, sum hevur verið í óhappi - og sum løgreglan ikki hevur fingið fatur á - hevur ikki loyvi at drekka seks tímar aftan á óhappi, tí so verður hann skuldsettur fyri rúsfdrekkakoyrin.

Tað var tað, sum hendi í hesum føri, so hann er skuldsettur fyri bæði rúsdrekkakoyring, og fyri at rýma frá einum ferðsluóhappi.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

13 tímar síðan

Ikki føroyskar gentur

23 tímar síðan

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20