Russiski forsetin, Vladimir Putin, helt tíðindafund í Sotji í sambandi við eitt kjakforum, sum hugskotsstovnurin Valdai Discussion Club skipar fyri.
Hettar gekk fyri seg samstundis sum ES hevði toppfund í síðstu viku í Keypmannahavn.
Her segði Putin, at leiðandi elitur í Evropa eru sekar í at øsa upp eina hysteriska militerisering av Evropeiska kontinentinum við at varpa ljós á hóttanir frá Russlandi.
- Tað ber ikki til at trúgva, at Russland fer at leypa á NATO, sigur forsetin sambært Reuters. Men Russland fer at svara skjótt aftur, um Evropa provokerar Moskva.
Á sama tíðindafundi segði forsetin, at Evropa hevur ábyrgdina av, at friður ikki er í Ukraina.
Verturin á tíðindafundinum spurdi eisini Putin heldur sarkastiskt: Hví hevur tu sent so nógvar dronur yvir Danmark?
Hartil flenti Putin og svaraði eisini aftur sarkastiskt:
-Eg skal ikki gera tað meira. Eg fari ikki longur til Fraklands, Danmarkar ella Keypmannahavnar. Hvar flúgva tær annars?
Vit hava ikki nakrar dronur sum kunnu røkka til Portugal, legði hann afturat.
Russland hevur fyrr ákært Ukraina fyri, at sjálvi standa aftanfyri dronunum, sum hava verið at sæð yvir fleiri lond í Evropa. Hettar fyri at purra uppundir reaktiónum frá NATO og fyri at fáa fleiri vápn.