Úr Russlandi ljóðar, at teir eru klárir at tosa frið við Ukraina.
Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov segði sunnudagin við Reuters
- Okkara fremsta fokus er at røkka okkara mál. Okkara mál er greitt.
Russland hevur nøkur krøv tey halda fast í. Til dømis vilja teir undir ongum umstøðum góðtaka at Ukraina fer uppí NATO.
Mánadagin gav amerikanski forsetin, Donald Trump, Russlandi 50 daga freist at skriva undir eina vápnahvíldaravtalu, ella rokna við fleiri revsitiltøkum.
Ukraina hevur fleiri ferðir kravt vápnahvíld í 30 dagar undir friðarsamráðingunum, sum Russland ongantíð hevur góðtikið.
Russiska verjumálaráðið boðar eisini frá at landið var álopið í nátt.
138 ukrainskar dronur eru skotnar niður undir álopinum.
Tær eru skotnar niður í ymiskum økjum, í evropeiska partinum av Russlandi – eitt nú yvir Moskva, sigur borgarstjórin í býnum.
Fleiri russiskar Telegram-rásir hava deilt video av brennandi leivdum, sum eftir øllum at døma, er frá dronunum.
Harumframt hevur verið neyðugt at umleggja 134 flogferðir í Moskva-økinum, upplýsir russiski loftferðslumyndugleikin, Rosaviatsia.
Ukraina hevur enn ikki viðmerkt fráboðanirnar.