Ongi úrslit

Russiskt oljuverk rakt av dronuálopi

Sambært landsstýrismanninum er skaðin á verkinum "avmarkaður

Jóhanna Højgaard
13. sepember kl. 21:05

Eitt dronuálop hevur rakt eitt oljuverk langt inni í Russlandi í dag, leygardag.

Tað sigur guvernørurin í Bashkortostan-landslutinum, Radiy Khabirov, sambært Reuters, á Telegram.

- Í dag var fyritøkan Bashneft fyri yvirgangsálop av flogfarslíknandi dronum, skrivar hann.

Sambært guvernørinum er skaðin á verkinum "avmarkaður" og eingin er deyður.

Videobrot á X, vísa eina dronu, sum skal hava rakt virkið í býnum Ufa, sum liggur 1.400 kilometrar frá markinum til Ukraina.

Videobrotið vísur ein stóran eldkúlu har dronan rakar.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47