Ongi úrslit

Ruðuleiki og líkasæla valda í landsstýrinum

Johan Dahl
Í gjár kl. 09:59

Tað tykist meira og meira, sum at ruðuleiki og líkasæla hava tikið yvir í landsstýrinum.

Fyrst við einum fiskimálaráðharra, sum sær út til ikki at lata nakað sum helst fáa konsekvensir.

Man nærmast bagatelliserar og letur vera við at fráboða, at  inntøkugrundarlagið við minkandi kvotum á makreli og svartkjafti kann merkja munandi minni inntøkur til landskassan, sum samstundis merkir eitt munandi størri hall á fíggjarlógini enn áður fráboðað.

Seinasta totalt tápuliga málið er smuglingin við Smyrli , sum átti at fingið avleiðingar uppá standandi fót . Men alt gongur, null konsekvensir.

Í tíðindunum í gjárkvøldið hoyrdu vit heilsumálaráðharran aftur siga, at “fíggjarlógin bara er eitt uppskot.”
Bara eitt uppskot?
Men hetta “uppskotið” skerjir serligu læknapuljuna og krevur aðrar sparingar, sum elva til uppsagnir á Landssjúkrahúsinum.
Tað er eitt álvarsmál, serliga tá man miðvíst arbeiðir við at bøta um læknastøðuna.
Tó heldur ráðharrin, at fíggjarnevndin skal loysa trupulleikan. Tað er ikki ábyrgd. Tað er undanstøkking.

Eitt annað dømi sást í farnu viku, tá landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum ætlaði at niðurleggja tvær útbúgvingar á Glasi – útbúgvingar, har serliga kvinnur hava trivist væl.
Men tá mótstøðan kom, vendi hann 180 gradir , broytti støðu (sum eg annars haldi er skilagott)  og sigur nú, at hann vil “styrkja”utbúgvingarnar í staðin.

Vit mugu bara siga tað, sum tað er: Hetta er politikkur uttan stevnu og grund.
Avgerðir verða tiknar uttan at vera væl grundaðar, og meiningar verða broyttar, tá tað gerst óhent politiskt at standa fast.

Fíggjarlógin hevur, sum vit vita, longu hall. Og nú, eftir fleiri umvendingar, skulu enn fleiri milliónir finnast.
Men heldur enn at taka ábyrgd, blaka tey ábyrgdina yvir til fíggjarnevndina – fyri at kunna siga, at tað var nevndin, ið økti hallið, og ikki tey sjálvi.

Hetta er ikki leiðsla – hetta er kaos.
Hetta er eitt landsstýri, sum ikki hevur tamarhald á sínum egnu ætlanum, og sum tykist halda, at alt lagar seg av sær sjálvum.

Føroyar hava ikki brúk fyri meiri líkasælu.
Vit hava brúk fyri leiðarum, ið tora at taka ábyrgd, standa við sínar avgerðir, og arbeiða við skili og virðing fyri felagsskapinum.

Nú er tað púra greitt, at tey, sum sita við valdið í dag, ikki eru sínar uppgávur vaksin.

Vit mugu fáa hetta landsstýrið at leggja kongin - ongantíð ov skjótt .

Johan Dahl,

løgtingsmaður

 

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

21 tímar síðan

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00