Ongi úrslit

Royna at flyta tjóðleikhúsið longur niðan ímóti býnum

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:56

Í fleiri ár hevur ætlanin verið at byggja eitt tjóðleikhús í Føroyum. Sum heild er semja um, at tað skal vera í Havn - men tað hevur gingið illa at semjast um, hvar í Havnini tað skal vera.

Einaferð skuldi tað vera á Skálatrøð, men tann ætlanin varð slept tí tað var so stór mótstøða ómóti tí, ikki minst frá handilsvinnuni.

Ein arkitektakapping var um tað og úrslitið av henni var, at besta staðið at byggja tjóðleikhúsið á, er við Bursatanga á Eystarubryggju í Havn, á stóra plássinum við farstøðina, har bilarøðin til Smyril og Norrøna er.

Men tað mælti Tórsavnar Havn staðiliga frá tí tey søgdu, at tað fór at forða fyri at havnarlagið kundi mennast

Sostatt hevur málið um tjóðleikhús ligið stilt hesi seinastu árini, og herfyri helt Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum fyri í Løgtinginum, at tað var kanska tann størsti sorgarleikurin av øllum í tí sambandi, at støða ikki enn er tikin til, hvar tað skal vera.

Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, sigur, at arbeitt verður framvegis við at finna ta røttu staðsetingina í Havnini. Tað er greitt, at tey vilja hava, at tjóðleikhúsið skal vera onkustaðni í miðskeiðis í Havn og tað avmarkar møguleikarnar rættiliga nógv.

Borgarstjórin sigur, at sostatt verður framvegis arbeitt við, at Tjóðleikhúsið skal vera á Eystaru Bryggju. Men í hesum sambandi verður roynt at lagað verkætlanina til, so at tað ikki verður til ampa fyri Tórshavnar Havn.

Eitt nú verður arbeitt við at flyta Tjóðleikhúsið longur niðan ímóti býnum fyri at tað ikki skal verða nøkur forðing fyri Tórshavnar Havn.

Hon hevur vónir um, at tað fer at eydnast og hon væntar ikki at tað verður so leingi, áðrenn ein støða verður tikin.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17