Ongi úrslit

Rókur í finaluni í beinsveiggj á Norðurevropameistarakappingini 2025

Rókur Sumberg Vestergaard hevur tryggjað sær pláss í finaluni í beinsveiggj á Norðurevropameistarakappingini 2025

Fimleikasamband Føroya
25. oktober kl. 18:13

Føroya Fimleikasamband fegnast um at kunna boða frá, at Rókur Sumberg Vestergaard hevur tryggjað sær pláss í finaluni í beinsveiggj á Norðurevropameistarakappingini 2025.

Innleiðandi umførini hjá monnunum vóru hildin fríggjadagin, og Rókur kvalifiseraði seg sum nr. 7 við samlaðu stigatølunum 12.000 (D = 3.70). Hetta er eitt frálíkt úrslit millum sterkar luttakarar úr m.a. Wales, Skotlandi, Onglandi og Finnlandi.

Finalan hjá monnunum verður sunnudagin kl. 11.25–12.45, og Rókur verður sostatt millum teir átta fremstu í Norðurevropameistarakappingini á hesum amboði.

Vit ynskja honum hjartaliga tillukku við úrslitinum og góða eydnu í finaluni

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53