Ongi úrslit

Risastór norsk fyritøka við í ætlan at stovna virki í Vági

Sum skilst ætla tey at byrja í smáum, men talan kann eisini verða um at byggja eitt størri virki

Áki Bertholdsen
29. sepember 2023 kl. 13:00

Nú um dagarnar hava vit hoyrt um eina ætlan at byggja eitt nýtt virki í Vági. Í gjárupplýsti býráðið, at talan er um eitt virki, sum skal taka ímóti uppskjóvarfiski.

Býráðið hevur ikki sagt, hvat fyritøka, talan er um. Men vit vita frá keldum, at talan er um norska uppsjóvar-risan, Pelagia, sum er við í hesi ætlanini, og sum nú ætlar at fáa fótin fastan í Føroyum.

Men vit hava eisini fingið upplýst, at føroysk feløg eru við í ætlanini.

Pelagia hevur fleiri virki í Noregi, umframt virki í Danmark, í Hetlandi, í Skotlandi, Onglandi og í Írlandi.

Sum skilst er ætlanin at byrja í smáum og í hesum sambandi hevur samtykt at játta teimum eitt stykki upp á 4.000 fermetrar, eystan fyri marghøllina, men at tey kunnu fáa 1.000 fermetrar afturat til at víðka virksemið á.

Men umboðini fyri norsku fyritøkuna hava annars biðið um eitt økið uppá 18.000 fermetrar, tí eru umstøðurnar til tað, er hugsanin at byggja eitt rættiligt virki í Vági.

Bjarni Johansen, borgarstjóri, hevur onga viðmerking til hvør tað er, sum ætlar at seta virki á stovn í Vági. Men hann sigur, at verður talan um at byggja eitt virki, eru møguleikar fyri tí við at fylla meiri út.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44