ES-londini hava í dag, á EU-toppfundi í Kypros, góðkent eitt risastórt lán uppá 90 milliardir evrur til Ukraina.
Hettar svarar til umleið 670 milliardir krónur. Harumframt hava tey góðkent ein 20. pakka við revsitiltøkum móti Russlandi.
Tað upplýsir Kypros, sum í løtuni hevur formansskapin í ES, sambært tíðindastovuni Reuters.
Umframt lánið er 20. pakkin við revsitiltøkum móti Russlandi frá ES eisini góðkendur av Evroparáðnum.
- Strategiin hjá ES fyri langtíðarfriði í Ukraina hvílir á tveimum grundleggjandi súlum: at styrkja Ukraina og økja trýstið á Russland. Í dag fluttu vit okkum fram við báðum, skrivar forsetin í ráðnum, Antonio Costa, í einum uppslagi á X.
Lánið og sanktiónspakkin vóru longu í gjár góðkend av sendiharrunum hjá ES-londunum, men tað er í dag, at tað er formliga samtykt