6 mars. í 2025 fingu borgarar í runavíkar kommunu boð frá Heilsutrygd, um at skálafjarðar læknadømi fekk eina nýggja viðtalu, so talið á kommunulæknaviðtalum veksur úr fýra til fimm.
Fleiri av teimum sum búgva á Skála, hava hoyrt til viðtalu fýra, sum eru á Strondum, meðan Runavík hevur viðtalu eitt, tvey og trý.
Eftir boðunum hjá Heilsutrygd, verða øll hesi sum hoyra til viðtalu fýra á Strondum, flutt yvir til nýggju viðtaluna, sum skal vera viðtala 5 í Runavík.
Viðtalan er ómannað, men skal væntandi lata upp í summar, tá høli og starvsfólk eru klár.
Hettar merkir, at borgararnir í Skála, ikki hoyra undir nakra fasta viðtalu og eru biðin um at seta seg í samband við aðrar viðtalur enn tí vanligu.
Trupult er at sleppa til lækna í Runavíkar kommunu og tað hevur havt við sær at viðtala fýra, sum er á Strondum er vaksin sera nógv og fólk fáa langa bíðitíð áðrenn tey sleppa frammat.
Tað er ikki bara sum at siga tað, at ringja til aðrar kommunulæknar og bíleggja sær tíð, tí at fleiri læknaviðtalur taka ikki onnur fólk inn, sum ikki hoyra til teirra kommunu.
''Eingin lækni í viku 21 og 22'' á Strondum. Hettar hevur rakt nógv fólk á eystara armi á Skálafjørðinum og fleiri eru ørkymlað um kommunulæknaviðurskiftini.