Ongi úrslit

Revsingin fyri kynslig brotsverk má herðast

Bjarni Kárason Petersen, Framsókn
3 tímar síðan

Kynslig brotsverk eru millum tey grovastu brotini, ið vit uppliva í samfelagnum, og eiga slett ikki at góðtakast.

Vit hava sæð nógv mál um neyðtøku ella neyðtøkuroynd seinastu árini, sum eru av serliga grovum slag.

Eisini hava vit sæð fleiri óhugnalig mál um kynslig brotsverk móti børnum. Børnini eru tey veikastu og mest óseku í samfelagnum, og eiga at verjast betur móti slíkum ólekrum og ófyrigeviligum brotsverkum.

Og samstundis síggja vit ein ógvusliga stóran vøkstur í fráboðanum um varðveislu av barnaporno, m.a. tí at mann kann fáa fatur á tí umvegis internetið, ella sosialar miðlar. Og í dag gevur hetta sum útgangsstøði í mesta lagið bert 2 ára fongsulsrevsing.

Eg haldi at tíðin er komin at gera nakað við hetta.

Vit skulu sjálvandi verja rættartrygdina hjá øllum borgarum - eisini teir, ið koma undir almennari ákæru. Próvbyrðan má altíð lyftast av ákæruvaldinum, og mann er ósekur til tað øvugta er prógvað.

Men vit mugu sum samfelag gera tað púra greitt, at kynslig brotsverk verða ikki góðtikin, og at slík brotsverk skulu fáa avleiðingar fyri brotsmannin.

Hetta samgonguskeiðið havi eg sum landsstýrismaðurin lagt uppskot fram um at gera m.a. kynsliga avnoyðslu, tráðfylging og lokking revsivert sambært revsilógini. Øll vóru einmælt samtykt í løgtinginum.

Nú mugu vit seta eitt djøptøknari arbeiði ígongd um at endurskoða og at enda herða revsiásetingarnar í revsilógini fyri kynslig brotsverk.

Tað skylda vit ofrunum og børnunum.

Bjarni Kárason Petersen
Framsókn

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

Í gjár kl. 17:31

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55