Ongi úrslit

Rendi á bussskýli í Stokkhólmi

Bæði deyð og særd fólk

© Henrik Montgomery/TT/Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
19 tímar síðan

Ein bussur hevur rent á eitt busskýli á Valhallavägen í Stokkhólmi.

Løgreglan skrivar, at har eru bæði særd og deyð fólk.

Óhappið er hent umleið klokkan 15:00 svenska tíð.

– Tað eru fleiri álvarsliga særd. Vit hjálpa sjúkrabili á staðnum, sigur Oscar Davila frá bjargingartænastuni.

Hettar upplýsir svenski miðilin SVT, og tíðindastovan Ritzau skrivar, at svenska løgreglan hevur váttað hendingina í einum tíðindaskrivi.

Myndugleikarnir hava enn ikki givið nærri upplýsingar um, hvussu nógv fólk eru dripin og særd, og enn er løgreglan ikki før fyri at upplýsa kyn ella aldur á fólkunum, sum talan er um.

Sambært svenskum miðlum hevur løgreglan handtikið bussføraran. Tey lýsa málið sum manndráp av grovum ósketni.

Eitt vitni, sum eigur handil við vanlukkustaðin, sigur við SVT, at tey hoyrdu ljóð frá at bussurin rakti skýlið, hareftir rendi bussurin, enn við skýlinum frammanfyri sær, í ein pela.

Vitnið greiðir frá, hvussu fleiri fólk komu grátandi inn í handilin.

Tvídeildi bussurin, kemur frá fyritøkuni Transdev.

– Tað er ein av okkara bussum, sum var við og tað er ein tvídeildur. Eg veit eisini at tað eru skaðar men eg havi ongar upplýsingar um hvussu tað hendi í løtuni, sigur Lovisa Åbom, samskiftisleiðari hjá Transdev.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Í gjár kl. 07:59

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

20 tímar síðan

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41