5. oktobur kl. 20 hátíðarhalda vit 10 ára dagin við Marius Ziska, Kára P., Lenu Anderssen, Jazzygold og Guðrið Hansdóttir.
Tá ið vit tosa um mentanarligar pulsæðrar, sum hava myndað tónleikalívið seinastu 10 árini í Føroyum, so leiða øll spor til Reinsaríið. Tað er ringt at trúgva, men tað eru longu tíggju ár liðin, síðani hesin tónleikaligi kraftdepilin læt dyrnar upp fyri okkum øllum, sum longdist eftir ektaðum tónleikaupplivingum. Frá tí løtuni, ljósið varð tendrað á pallinum, hevur Reinsaríið verið ein pulserandi miðdepil fyri konsertir, verkstovur og fyrilestrar - alt í tónleiksins navni.
Søgan og sálin eru bara blivin enn sterkari seinasta áratíggið. Tað er eitt stað, ið frá fyrsta degi var gjøgnumsyrað av karakteri, og sum blívur við at leggja enn fleiri løg av søgu og sál afturat.
Og nú kemur pointið: Tú ert vælkomin at verða partur av okkara hátíðarhaldi, har vit feiðra 10 ára dagin hjá Reinsarínum! Og tað verður feiðrað við manér, tá ið okkara frálíka húsorkestur fer at spæla undir hjá fleiri av okkara allarbestu nøvnum. Vit tosa um Marius Ziska, Jazzygold, Lenu Anderssen, Kára P. og Guðrið Hansdóttir. Fimm fantastiskt nøvn, sum fevna um alt kensluspektrið.
Hetta er meir enn ein konsert. Vit hátíðarhalda ein 10 ára langan kapittul, og vit feiðra eisini byrjanina uppá næsta kapittul. So hevur tú hug at skriva søgu saman við okkum, so er at keypa tær eitt atgongumerki til enn eitt ógloymandi kvøld á Reinsarínum