Ongi úrslit

Rapprokkur við MC-Hár í OY

© Mynd: Jens Kr. Vang
Rókur Jákupsson og hiinir í MC-Hár á ólavsøkukonsertini 2001, nú 24 ár seinni eru Rókur og hinir klárir at rokka OY
Tíðindaskriv
23 tímar síðan

Konsertin hjá MC-Hár í OY fyrr í ár, man vera ein tann allar besta, sum

bólkurin hevur spælt. Tí fer Føroya elsti rapprokk bólkur aftur á pall í OY

nú leygarkvøldið 18. oktober.

 

Hóast bólkurin hevur rundað tey 34 árini, so hevur hann øll árini spælt

konsertir javnan, og fleiri av limunum halda seg í form í øðrum bólkum.

 

Langa hárið er skift útvið friseraðar og berar skallar, men tónleikurin er

enn hinsami riffbaseraði rapprokkur, sum hvørja ferð savnar trúføstu

fjeppararnar, og sum ikki heilt sjáldan endar við einum regulerum

yvirkroppaballi.

 

Manningin hevur verið tann sama í yvir 20 ár, og telur hon nakrar av

okkara royndastu og dugnaligastu tónleikarum.

 

Niels Uni Dam á rappi og Rókur Jákupsson á sangi vera væl stuðlaðir av

trygga botninum hjá Rana Hammershaimb Christiansen og Hera

Reynheim.

 

Teir báðir gittarleikararnir, Jens V. Jakobsen og Jonas Bloch Danielsen,

syrgja fyri, at vit ongantíð gloyma at bólkurin er eitt barn av nítiárunum,

og Tróndur Bogason skapar sínar garrvillu ljóðmyndir á tangentunum.

 

Gamaní er nógv voks farið í hárið síðan MC-Hár debuteraði við einari

spontanari framførslu á Ebenezertrappuni 16.februar í 1991. Ella síðan

bólkurin spældi sína fyrstu ólavsøkukonsert 27. juli í 1992, gav lagið

Symphony of Irony út í 1996, heildarútgávuna “Framvegis uttan vit” í

1998, gjørdistnummar trý í Prix Føroyum í 1999 og gav EP’ina “Burn

Me” út sama ár og var høvuðsnavn á fyrsta G! Festivalinum í 2002. Men

at døma eftir framførslunum fyrr í ár, so er bólkurin betri enn nakrantíð.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46