Ongi úrslit

RANNVA KUNOY - LISTAFRAMSÝNING Í ATLANTIC AIRWAYS AVIATION ACADEMY

Leygardagin 21. juni frá kl. 15 til kl. 18, fer ein serstøk listaframsýning fram á Atlantic Airways Aviation Academy  Øll eru vælkomin.

Tíðindaskriv
19. juni kl. 22:51

Rannva Kunoy, ein føroysk listakvinna (f. 1975), búsitandi í London, hevur í nógv ár ment ein serstakan teknikk, har hon nýtir ljósreflekterandi pigment á lørifti. Hennara málningar eru eitt dynamiskt samspæl millum sjón, ljós og varan.

Kunoy hevur sýnt fram í USA, Spania, Korea og Onglandi. Nú eru liðin 15 ár síðani hennara síðsta einkarframsýning í Føroyum.

Til høvi hevur hon sett í verk eitt serstakt samstarv við Atlantic Airways Aviation Academy við flogvøllin.

Hennara verk verða sýnd fram í simulatorhøllini og umskapa rúmið til eina innlivandi uppliving, har list, tøkni og maskina møtast.

Hendan einastandandi framsýningin verður hildin leygardagin 21. juni frá kl. 15 til 18. 21. juni er longsti dagur, tá mest sólarljós kemur inn á okkara hálvkúlu av jørðini.

Tað er eitt heilt konsept við longsta degi saman við verkunum, sum í sær sjálvum eru ljós. 
Ókeypis atgongd – øll eru vælkomin!

Atlantic Airways Aviation Academy, við flogvøllin

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44