Ongi úrslit

Rannsóknarstovan eitt stórt fet inn í framtíðina

Rørskipanin er knýtt til skaðastovuna og allar seingjardeildir, og gjøgnum hana ferðast blóðroyndirnar gjøgnum rør, sum verða stýrd við lufttrýsti

Landssjúkrahúsið
21. november kl. 17:28

Hátíðarhald var á Rannsóknarstovuni mikudagin, tá nýggja rørpostskipanin á Landssjúkrahúsinum var víst fram.

Við nýggju rørpostskipanini verða blóðroyndir skjótari greinaðar, og harvið fær sjúklingurin skjótari svar. Higartil tók tað áleið ein tíma at samla allar royndirnar, sum síðani skuldu greinast. Við nýggju skipanini eru fyrstu svarini longu klár, og farin út á deildirnar, áðrenn tímin er runnin.

Rørskipanin er knýtt til skaðastovuna og allar seingjardeildir, og gjøgnum hana ferðast blóðroyndirnar gjøgnum rør, sum verða stýrd við lufttrýsti.

Til hátíðarhaldið hildu Gunnvá Guttesen, varastjóri, Ann E. Østerø, depilsleiðari á Diagnostiska depli, Birita K. Samuelsen, leiðandi bioanalytikari, og Jan Rasmussen, depilsleiðari á Medisinska depli, røður.

Kringvarpið gevur gjørt eitt innslag, sum sæst her: https://kvf.fo/netvarp/sv/2025/11/21/blodroyndirrorpostur

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02