Fyrst fóru orkuprísirnir upp, síðani gjørdist byggitilfar dýrari, hettar vegna kríggið í Miðeystri.
Mynd: PR/finans.dk
Tað sum nú hendir, er at prísin á elektronikki eisini er skjótt á veg upp. Hettar sigur stjórin í Elgiganten, Peder Stedal við TV2.
Elektronikkur er serliga viðbrekin í løtuni, millum annað tí at helium, sum verður brúkt til framleiðslu av mikrochips, er strandað í Katar orsakað av krígnum.
Samstundis ger tann alsamt hækkandi brennievnisprísurin sítt til at hækka kostnaðin á fraktini. Men tað hækkar samstundis eisini tað plasti, sum verður brúkt í einum breiðum úrvali av elektroniskum vørum.
Tær bíligastu vørurnar fara, sambært Peder Stedal, fyrst at dýrkast. Tað er longu byrjað at følast, ímeðan tær dýraru vørurnar, eitt nú iPhones, kunnu taka longri tíð at verða ávirkaðar.
Ein telda sum í dag kostar 3000 til 4000 krónir, kann enda við at kosta upp í 6000 til 7000 krónir. Prísurin hækkar sostatt í summun førum 50%, sigur stjórin sum ikki veit at siga nær tað fer at raka av álvara. Teir komandi mánaðarnar og yvir summarið er tóhansara boð.
- Hetta kann serliga raka viðskiftafólk, sum hava tørv á nýggjari teldu at gera klárt til skúlabyrjan, sigur hann.
Príshækkingarnar stava ikki bert frá stríðnum í Miðeystri, men eisini vaksandi avbjóðingum í alheims veitingarketunum. Marknaðurin er millum annað ávirkaður av einum alheims troti á RAM, sum er ein av miðdeplunum í nútímans elektronikki.
RAM er stutttíðarminnið á telduni, og ferðin á RAM’inum á telduni er avgerandi fyri, hvussu skjótt dátur kunnu viðgerast og flytast.
Eftirspurningurin er vaksin munandi, nú vitlíki og dátumiðstøðir vaks Tær stóru tøknifyritøkurnar keypa upp risa nøgdir til teirra framleiðslu. Hendan ávirkanin verður nevnd ramageddon. [Armageddon, heimsins undirgangur, red]
-Tað er heilt einfalt ikki nóg mikið av kapasiteti til at framleiða tær bíligastu teldurnar í sama mun sum áður, sigur Peder Stedal.
Sambært honum kann hetta hava við sær, at tær sera bíligu farteldurnar til umleið 3000 til 4000 krónir, so at siga hvørva heilt av marknaðinum um nøkur ár.
Hvítvørur eru enn ikki líka hart raktar, skrivar TV2, men har fer tað eisini at merkjast um hendan gongdin heldur fram.