Ongi úrslit

Ragnar úr Runavík mundi enda sínar dagar í Afrika

Áki Bertholdsen
5. sepember 2025 kl. 10:00

Nú er aftur ein nýggj Dimmalætting at fáa í sølubúðunum kring landið. Og aftur hesa ferð er hon á tremur við alskyns tilfari.

Ein grein er um Ragnar Johannesen úr Runavík, sum hevur búð í Ghana í Afrika í nógv ár, og har mundi hann eisini enda sínar dagar bara 30 ára gamal. '

Nú ætlar hann sær at verða gamal í Ghana, tí tað er betri enn í Føroyum

Vit hava tosað við 70 ára gomli Marion Leifsdóttir, sum hevur eitt sjáldsama gott tilboð: Hon hevur nevniliga verið á øllum fjallatindum í Føroyum - tríggjar ferðir

– Tað gevur mær orku og eina vælveru, sum eg ikki dugi at seta orð á, sigur hon

Hjúnini Innan Glyvur, Malena og Niels, sum bæði eru í sjeytiárunum hava eitt sjáldsamt ítriv, nú tey hava rokkið pensjónsaldur: Tey eru vínbøndur í Ungarn.

Og vit hava tosað við roynda skiparan, Arna Hansen, um hansara 40 ár á sjónum.

Men so hava vit eisini tosað við nakrar føroyingar, ið eru komnir á toppin í vinnulívi uttanlands.

Gøtumaðurin, Robert Thomsen, er í dag rakstrarstjóri og varafyrisitingarstjóri á 13 hotellum í Keypmannahavn - og einum í Aarhus.

Og so tosa við eisini við kenda íverksetaran, Heina Zachariassen. Hann hevði ikki serliga gott skil fyri víni, men kortini stovnaði hann ein app, sum kollvelti møguleikarnar hjá fólki at keypa vín.

Nú hevur hann onnur jørn í eldinum - men harumframt er hann eisini virkin í hjálpararbeiðnum til frama fyri Ukraina.

– Eg havi arbeitt í Ukraina í nógv ár og vit hava havt starvsfólk í Ukraina.

Síðan Russland leyp á Ukraina, hevur hann, fýra ferðir, verið í Ukraina, eisini í høvuðstaðnum, Kiev.

Og vit leggja eisini upp til landsdystirnar, sum standa fyri durum hjá manslandsliðnum í fótbólti.

Landsliðsvenjarin heldur seg hava funnið uppskriftina upp eitt gott úrslit.

 

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41