Ongi úrslit

Rættarøkið styrkt: – Hetta eru týdningarmikil stig

Sjúrður Skaale
19. august kl. 14:46

– Hetta eru týdningarmikil stig fyri at skapa eitt tryggari og betri rættarsamfelag, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum í fleiri ár hevur víst á tørvin á eitt nú at styrkja ákæruvaldið

Danski løgmálaráðráðið hevur nú kunngjørt nýggj átøk, sum skulu styrkja rættarøkið í Føroyum. Talan er um øki, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi leingi hevur arbeitt fyri at fáa styrkt.

Átøkini fevna millum annað um:

Føroya Politi verður styrkt við m.a. útbúnaði til maritima økið. Politiið fær eisini fýra nýggj ársverk, ið skulu brúkast til at verja viðbrekin offur og fyribyrgja KT-kriminaliteti

Ákæruvaldið verður styrkt tveimum nýggjum og royndum ákærum

Virksemið frá fregnartænastuni PET í Føroyum verður styrkt

Føroya Politi og Føroya Rættur fáa betri KT-skipanir

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fegnast um hesi átøk, tí í fleiri ár hevur fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale kravt, at tað skal gerast.

Serliga hevur hann víst á tørvin um sterkari ákæruvald, sum kann stytta bíðitíðina.

Sjúrður Skaale hevur eisini – eftir at norskir myndugleikar hava tikið russisk skip, sum komu beinleiðis úr Føroyum – sett spurnartekin við, um PET hevur røkt sínar skyldur í Føroyum.

Hesi nýggju átøkini á rættarøkinum verða sett í verk í samstarvi við landsstýrið, umframt sum partur av samráðingunum um eina nýggja avtalu fyri politiið og ákæruvaldið.

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Med venlig hilsen

Pætur Hjalmar Evensson

Politisk konsulent

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10

Niels Juel Arge er fríttstillaður

Í gjár kl. 16:29