Ongi úrslit

Rættarnevndin í Inatsisartut og grønlendska landsstýriskvinnan í lógarmálum á vitjan í Løgtinginum

Í Grønlandi eru tey í løtuni í holt við fyrireikandi arbeiði at yvirtaka málsøkið kriminalretten

Helgi Abrahamsen, næstformaður í Rættarnevnd Løgtingsins, Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í lógarmálum í Naalakkersuisut og Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Rættarnevndini í Inatsisartut.
logting.fo
Í gjár kl. 20:17

Hósdagin 8. januar 2026 vóru Rættarnevndin og umboð fyri Familju- og heilsunevndina í Inatsisartut, eins og landsstýriskvinnan í lógarmálum í Grønlandi, á vitjan hjá Rættarnevnd Løgtingsins. 

Í Grønlandi eru tey í løtuni í holt við fyrireikandi arbeiði at yvirtaka málsøkið kriminalretten.

Í hesum sambandi eru umboð í Føroyum at kunna seg um royndirnar, ið vit hava gjørt okkum, í samband við okkara yvirtøku av málsøkinum revsirættur

Helgi Abrahamsen, næstformaður í Rættarnevndini, bjóðaði vælkomin og greiddi síðani frá føroysku tilgongdini at yvirtaka málsøkið revsirættur. Málsøkið varð yvirtikið í 2010, og fingu føroysku myndugleikarnir við yvirtøkuni lóggávuvald og útinnandi vald á málsøkinum. Næstformaðurin greiddi harumframt frá arbeiðinum at dagføra og føroyska revsilógina, sum byrjaði í 2016 og varð liðugt í 2023. 

Umframt Løgtingið vitja grønlendsku umboðini eisini løgmann, Kriminalforsorgina og Føroya Rætt. 

Ferðalagið fer av landinum aftur seinnapartin í morgin.

Løgtingsins Rættarnevnd saman við Rættarnevndini og umboðum fyri Familju- og heilsunevndina í Inatsisartut, og landsstýriskvinnan í lógarmálum í Naalakkersuisut

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

Í gjár kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19