Ongi úrslit

Ráðharrafundur um friðskjól í dag

Fýra av fimm avvístum friðskjólsøkjarum vera verðandi í ES

© Philipp Guelland / Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
20 tímar síðan

Fýra av fimm avvístum friðskjólsøkjarum vera verðandi í ES hóast teir vóru noktaðir uppihald.

Tøl frá ES-nevndini siga vísa á hettar. Fríðskjólsøkjararnir sleppa ofta undan myndugleikunum, og vísa seg síðani í øðrum ES-londum.

Sine Plambech, leiðandi granskari á DIIS, sigur, at málsviðgerðartíðirnar summastaðni eru so langar, til dømis í Italia ella Grikkalandi, at friðskjólsøkjarar heilt einfalt megna at hvørva á leiðini.

Sambært Dublin-reglugerðini skal friðskjólsøkjarin søkja um friðskjól í tí landinum, hann fyrst kemur til.

Um ein síðani ferðast til annað land og søkir um friðskjól, skalt tú sendast aftur til fyrsta landið.

Fundur um t.d. tað verður í dag á fjallinum Zugspitze, sum liggur í valdøminum hjá Alexander Dobrindt, innanríkisráðharra.

Seks ráðharrar úr londunum kring Týskland eru bjóðaðir við á fundin, og Integratiónsráðharri Kaare Dybvad er við fyri Danmark.

Væntað verður, at teir seks landsstýrismenninir fara at umrøða trý yvirskipað evni um fólkaflyting og friðskjól í dag.

Hvussu man fær friðskjólsøkjarar úr Evropa.

Hvussu asylviðgerð verður útflutt til triðjalond sum Rwanda ella Albania.

Og so mugu londini umrøða meira almenn marknaeftirlit innan Evropa.

Tað upplýsir tíðindafólkið hjá TV 2, Ulla Terkelsen, sum fylgir fundinum í dag.

Fundurin kemur, tí Týskland er tað landið í Evropa, sum hevur tikið ímóti flest lógligum friðskjólsøkjarum, og ikki minst einum stórum tali av ólógligum tilflytarum seinastu árini.

-Og tað er ein trupulleiki, sum rakar týskarar nógv, greiðir Ulla Terkelsen frá.

Hetta hevur millum annað havt við sær, at høgravendi tjóðskaparflokkurin Alternative für Deutschland (AfD) gjørdist næststørsti í landinum á seinasta tjóðartingsvalinum, sigur Ulla at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

15. juli kl. 21:56

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

Í gjár kl. 14:12

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Hava bíðað í 60 ár - men nú verður tað

16. juli kl. 15:00

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04