Ongi úrslit

Putin var útsettur fyri drápsroynd

Hvørki Ukraina ella Russland hevur staðfest hetta enn.

Jóhanna Højgaard
30. mai kl. 23:52

Uppdatering!

Russiska verjumálaráðið hevur vátta hendingina.

Fyri nøkrum døgum síðani  byrjaðu rygtir at koma fram, millum ymiskar russiskar hernaðarbloggarar. 

Tey ljóða uppá, at russiski forsetin, Vladimir Putin, nærum bleiv dripin í einum ukrainskum álopið.

Einki er offisielt váttað, men ein danskur serfrøðingur hevur lisið tað, sum var skrivað á ymsum bloggum og sosialum miðlum.

Putin var týsdagin 20. mai í vesturrussiska økinum Kursk á vitjan. Júst tað økið hevur verið útsett fyri einari stórari ukrainskari herferð, har fleiri hundrað ferkilometrar vóru hersettir av ukrainskum hermonnum.

Men ukrainska framgongdin inn í Kursk hevur leingi verið í afturgongd, og fyri nøkrum vikum síðani kundi Russland hátíðarhalda, at tað hevði blakað ukrainsku herdeildirnar heilt úr økinum.

Til tess at markera hetta, vitjaði russiski forsetin í Kursk, sum liggur uppát greinsuni til Russland, 20. mai. Men okkurt bendir á, at tað kundi hava gingið heilt galið hjá forsetanum.

Fyri nøkrum døgum síðani kundu ein røð av russiskum hernaðarbloggarum lýsa, hvussu tyrlan Putin brúkti ímeðan hann var í økinum, var álopin av einum ukrainskum dronu-svermi.

Spurningurin er tó, um ukrainska álopið var beinleiðis ætlað russiska forsetanum. Óvist er, um ukrainar yvurhøvur viðstu at hann var umborð á tyrluni.

Droni-álopið, sum sigst bleiv skotið niður av russiskari loftverjuni, er ikki offisielt staðfest. Hvørki av Ukraina ella Russlandi.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

18 tímar síðan

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

Í gjár kl. 12:10

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Tað skuldi arbeiðast hart og skjótt - men so varð tøgn

27. mai kl. 14:04