Ongi úrslit

Prísurin á bústøðum er hækkaður nógv meiri enn lønirnar

© Helst verða hesi húsini minni verd, halda bankarnir
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tað er eingin loyna, at bústaðarprísirnir eru hækkaðir serstakliga nógv hesi seinastu árini.

Búskaparráðið sigur, at serliga síðani 2015 eru sethúsaprísirnir hækkaðir munandi skjótari, enn inntøkurnar eru hækkaðar.

Høvuðsorsøkin er, at eftirspurningurin er nógv størri enn útboðið.

Búskaparráðið staðfestir, at bústaðartrotið er ein fløskuhálsur í føroyska búskapinum, og tað er neyðugt, at politisku myndugleikarnir tekur hesa avbjóðing í størsta álvara.

– Fíggjarliga haldførið er vánaligt, og tað verður enn verri, um fólk ikki fara at støðast í Føroyum, sigur Búskaparráðið.  

– Ein týðandi fyritreyt fyri at fáa fólk at støðast, er nettupp, at tað ber til at fáa okkurt at búgva í.

Búskaparráðið sigur, at tí er neyðugt at útvega fleiri bústaðir, so fólk støðast í Føroyum, og so at fíggjarliga haldførið ikki verður upp aftur verri.

Talvan vísir, bústaðarprísirnir hækka nógv skjótari enn lønirnar hækka

Eitt, sum ger tað serliga neyðugt at útvega fleiri bústaðir, bæði tí at fólkatalið veksur, men eisini tí at familjumynstrið broytist.

Nú er støðan tann, at nú eru alsamt fleiri fólk, sum búgva einasamøll, ella sum eru stakir uppihaldarar.

Í dag eru tað í 27 prosentum av øllum húskjum, har tað býr eitt fólk og í  25 prosentum av húskjunum eru bara tvey fólk.

– Broytta familjumynstrið merkir, at tað er stórur tørvur á, at verða bygdar fleiri smærri bústaðir, sigur Búskaparráðið.

Men tað ber eisini til at seta onnur tiltøk í verk fyri at ávirka eftirspurningin eftir bústøðum.

– Eitt nú ber til at seta eina skipan í gildi við skatti á fastogn, tí tað kann vera við til at avmarka eftirspurningin eftir bústøðum og gera prísgongdina meira støðuga.

– Ein hóskandi fastognarskattur hevði avmarkað áhugan í at brúka fastogn sum íløgur, tá tað hevði javnsett íløgur í fastogn við partabrøv og onnur virðisbrøv.

Harafturat kann rentustuðulin stigvíst takast burtur, sigur Búskaparráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

Í gjár kl. 13:15

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46