Prístalið er nú lækkað fyri fyrstu ferð í fimm ár. Rentan er lækkað nógv, og dregur tað prístalið niðureftir.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri februarmánað í ár.
Prístalið lækkað seinasta árið
Prístalið lækkaði 0,2 prosent frá februar 2025 til februar 2026. Hóast prísvøksturin er minkaður seinasta árið, kann tað kennast øðrvísi fyri húsarhaldini, tí prísirnir eru hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini.

Misjøvn prísgongd
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir hálvt triðja prosent, og prísirnir á rúsdrekka og tubbaki eru hækkaðir 8,6 prosent.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Húsalánsrentan er lækkað nógv. Prísirnir á húsbúnaði og húshaldsútgerð eru eisini lækkaðir seinasta árið.
https://hagstova.fo/fo/tidindi/pristalid-er-laekkad-02-prosent