Elsta dóttir kongshjúnini, Isabella Prinsessa, hevur føðingardag og fyllir 19 ár í dag.
Í sambandi við føðingardagin eru nýggjar myndir komnar út, sum vórðu tiknar á Amalienborg í síðstu vikuni fram til føðingardagin.
Isabella prinsessa verður studentur á Øregård Gymnasium í juni, og eftir at hava lokið miðnámsskúlaprógv, skal prinsessan røkja hertænastuna hjá Vaktarhusarregimentinum í Slagelse frá august.
Prinsessan verður tann fyrsti kvinnuliga limurin í kongshúsinum, sum fer í hertænastu. Frá 1. juli í 2025 gjørdi Danmark lóg um tvungna hertænastu til kvinnur. Harumframt longdist hertænastan til 11 mánaðir.
Myndir: Kongehuset