Praktikktíðin endaði við sangi í spælifilmi

Eyði Højsted Horsdal eigur tveir sangir í nýggja danska ungdómsfilminum ”Landet af Glas”

Ingi Samuelsen
1. juli 2018 kl. 12:36

25 ára gamli hoyvíkingurin Eyði Højsted Horsdal hevur ein týðandi leiklut í danska barna/ungdómsfilminum ”Landet af Glas”, sum verður frumsýndur í flestu biografunum í Danmark 19. juli. Ikki sum leikari, men sum tónasmiður.

Eyði gongur í løtuni á rútmiska konservatoriinum í Aarhus, og ein styttri praktikk royndartíð saman við kenda danska tónasmiðinum, Jonas Struck, førdi til, at ungi hoyvíkingurin sjálvur slapp av skriva teir báðar sangirnar, sum eru við í nýggja ungdómsfilminum.

- Eg havi gingið á einum musikkháskúla í Onglandi, Academy of Contemporary Music í Guildford, og tók mín bachelor innan sangskriving haðani í fjørsummar. Í august í fjør byrjaði eg so upp á kandidatútbúgvingina á konservatoriinum í Aarhus, greiðir Eyði frá.

- Í januar skuldu vit út í praktikk at royna okkum í nakrar tímar í veruligari tónleikaframleiðslu. Eg havi áhuga í filmstónleiki, og spurdi Jonas Struck um eg kundi koma til hansara í nakrar tímar og síggja hvussu hann arbeiddi.

Arbeiddu væl saman
- Tað var gamaní, og teir fyrstu tímarnir gjørdust til nógvar, tí tað vísti seg, at vit arbeiddu rættiliga væl saman. Hann arbeiddi við hesi spennandi uppgávuni at skriva tónleik til filmin ”Landet af Glas”, og tað var ógvuliga áhugavert hjá mær at vera við til.

- Ikki bara tí at eg slapp at uppliva hvussu Jonas Stuck arbeiddi við tónleikinum, men eisini tí at eg slapp at vera við í øllum, og fekk tætt samstarv við fólkini handan filmin, tónameistaran og ikki minst tey bæði, Marie Rønn og Jeppe Vig Find, sum hava skrivað og leikstjórnað filmin.

Filmurin er nú liðugur, og fyri tveimum vikum síðani var Eyði við til forpremieruna, og letur stak væl at úrslitinum.

 

- Tað eru ikki nógvir sangir við í filminum. Bert tveir, og eg havi skrivað og syngi sjálvur báðar sangirnar, greiðir Eyði frá.

- Leikstjórarnir tosaðu um, at tey vildu hava onkran sang við í filmin, og eg bjóðaði mær til at koma við einum uppskoti til dagin eftir. Teimum dámdi mítt uppskot, og eg slapp eisini at synga løgini sjálvur, sigur Eyði Højsted Horsdal, sum skundar sær at siga, at tónleikurin er eitt slag av co-produktión millum hann og Jonas Struck, tí fleiri tema úr filmstónleikinum eru tikin við í løgini.

Annar av sangunum er á sjálvari endascenuni, og sangurin heldur fram inn í rullutekstirnar at enda í filminum.

Stovnaði bólkin Swan Lee
Eyði greiðir frá, at hann hevur lært rættiliga nógv av hesi royndini. Hann viðgongur eisini, at lærararnir á konservatoriinum hildu tað vera rættiliga gott klárað, at hann avleveraði eina uppgávu, sum hann hevði gjørt saman við Jonas Struck.

Tí hesin maðurin er stórt navn innan danskan filmstónleik. Jonas Struck kom fram sum gittarspælandi rokktónleikari. Hann var ein av stovnarunum av bólkinum Swan Lee, saman við m.ø. Pernille Rosendahl, ið eisini er kend sum X-Factor dómari.

Seinastu árini hevur Jonas Struck burturav fingist við filmstónleik, og hann hevur verið høvuðskomponistur á eini langari røð av donskum films- og sjónvarpsframleiðslum.

”Landet af Glas” er fyrsta projektið hjá ungu leikstjórunum Marie Rønn og Jeppe Vig Find, ið annars eru kend innan framleiðslu av barnasjónvarpi. Nú hava tey satsa alt upp á henda fantasy-filmin, ið vendir sær til størri børn og ung.

Filmurin er um ein drong, sum býr nærhendis einum skógi saman við pápa sínum. Ein dagin kemur hann fram á eina javngamla gentu og ommu hennara. Tað vísir seg, at tey eru álvar, og verða jagstrað av óndum fólkum, ið vilja hava hendur á teirra virðismiklu perlur.

- Hóast talan er um ein barnafilm, so er talan um vaksnan tónleik. Filmurin hevur vakrar myndir úr skógarumhvørvi, og myndirnar geva góða rúmd til stóran tónleik, greiðir Eyði frá.

Tónleikurin er symfoniskur - tað er Budapest Art Orchestra, sum spælir - við íblástri frá elektroniskum tónleiki.

Til ber longu nú at lurta eftir filmstónleikinum á Spotify. Hóast Eyði Højsted Horsdal stendur at eiga ein leiklut í øllum løgunum, so sigur hann sjálvur, at tað er bert í sangunum. Talan er um tveir sangir ella trý nummur. Skering 14 ’Spring (Drivhuset)’ og 19 ’Spring’ er sama lag, og so seinasta skering, nr. 30 ’Our Happines’, sum eisini er endalagið í filminum.