Fyrst fór Sámal Erik “Bagge” Hentze, og nú hava Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Poulsen, sum annars fyribils tóku yvir Bagga, eisini takkað fyri seg.
Við bolt.fo sigur Jón Krosslá Poulsen, sum eisini var hjálparvenjari í AB, tá Sámal Erik Hentze var venjari, at:
- Eg eri farin, tí Sámal Erik fór. Alt tað sum hann fekk lovað, tá hann skrivaði undir, bleiv hálað aftur, so vit føldu, at vit sluppu ikki víðari, sigur Jón Krosslá Poulsen við bolt.fo.
Rógvi Poulsen hevur ikki hug at gera viðmerkingar í løtuni, men við Dimmalætting sigur formaðurin í AB, Marius Thomassen, at Rógvi Poulsen, sum eisini er skaddur, í útgangsstøðinum er givin í Argja Bóltfelag.
Sámal K. Clothier, liðleiðarin, er eisini givin.
Ítróttarstjórin fyribils tikið yvir
Tá AB vandi í gjárkvøldið var aftur ein nýggjur fyribilsvenjari, sum tók sær av venjingini. Tað var sjálvur ítróttarstjórin í AB, Jonas Dal Andersen. Hann kemur eisini fyribils at vera venjari í AB.
– Jonas Dal hevur ábyrgdina fyri besta liðnum fyribils, men vit leita eftir aðrari loysn til venjarastarvið og tað ætla vit at fáa upp á pláss skjótt, sigur Marius Thomassen við Dimmalætting.
Fyrsta uppgávan hjá Jonas Dal Andersen, sum fyribilsvenjari í AB, verður móti B36 í Gundadali sunnudagin, tá B36 og AB skulu spæla móti hvørjum øðrum.
AB liggur á sætta plássi við tíggju stigum eftir tíggju dystir.