Ongi úrslit

Portrið er trongt til deildarspælið

Um tað eydnast KÍ at vinna seg víðari, so verður síðsta mótstøðuliðið undan deildarspælinum gott lið úr Spania

Jóannes Hansen
4. august kl. 14:43

Í Víkingi hava tey orsøk til at fegnast um lutakastið til síðsta umfari undan deildarspælinum í Conference League, meðan tey í KÍ staðfesta, at tað verður neyðugt við enn einum mest sum óhugsandi avriki og úrsliti, um tað skal eydnast klaksvíkingum at vinna seg í enn eitt deildarspæl í Europa.

Fyrsta takið hjá Víkingi er hóskvøldið á Tórsvølli og annað hóskvøld í Belfast at vinna seg víðari ímóti norðurírska Linfield FC. Um tað eydnast, so bar lutakastið í dag við sær, at næsta mótstøðuliðið verður Rijeka úr Kroatia ella Shelbourne úr Írlandi.

Mótstøðuliðið hjá Víkingi – um tað eydnast at vinna ímóti Linfield FC – verður taparin atv uppgerðini millum Rijeka og Sjelbourne. Rijeka verður roknað at vera favorittur, og tí verður tað ivaleyst írska liðið, sum verður mótstøðuliðið hjá Víkingi.

Um tað eydnast KÍ í annaðkvøld og hóskvøldið í næstu viku samantalt at vinna ímóti Neman Grodno úr Hvítarusslandi, so bíðar sponsk mótstøða. Lutakastið í dag lagaði tað soleiðis, at KÍ so fer at spæla ímóti Ray Vallecano úr Spania. Hetta er ikki eitt av kendastu liðunum í Spania, men eingin ivi er um, at talan verður ivaleysa stór og at spanska liðið verður stórfavorittur. Spanska kappingin verður roknað at vera tann næstbesta í Europa, og Ray Vallecano endaði síðsta kappingarár á áttanda plássi.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Ikki føroyskar gentur

17 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

7 tímar síðan