Ongi úrslit

Poltiskur kjakfundur í Finsen um bústaðartrotið.

Áhugafelagið Lutaíbúðir
2 tímar síðan

Seinastu árini er spurningurin um íbúðartrotið vorðin alt meiri viðkomandi, og setur hann dagsskránna hjá mestsum øllum íbúgvum landsins. Spurningurin er ikki bara ein spurningur um innivist, men sanniliga eisini um framtíðina hjá okkara ungdómi, okkara eldru og okkara eftirkomarum, ja, um framtíðina fyri Føroyar. Ein sera týðningarmikil avbjóðing, uppgáva og ábyrgd fyri okkara fólkavaldu, ið eru tey einastu, ið kunnu loysa henda spurningin. Tí hava vit tikið stig til henda politiska kjakfundin.

Vit hava boðið øllum valbæru flokkum til fundar, og allir flokkar hava tikið av og hava boðað frá, hvør fer at umboða flokkin. Hvør flokkur fær høvi at greiða frá sínari støðu. Tey, ið umboða flokkarnar, standa stavraðað fyri flokkin:

A: Fólkaflokkurin: Beinir Johannesen, løgtingslimur,
B: Sambandsflokkurin: Erhard Joensen, løgtingslimur,
C: Javnaðarflokkurin: Margit Stórá, landsstýrisfólk,
D: Sjálvstýri: Sylvia Thomsen, býráðslimur, Klaksvík,
E: Tjóðveldi: Erling Eidesgaard, løgtingslimur,
F: Framsókn: Hanna Jensen, løgtingslimur,
H: Miðflokkurin: Jenis av Rana, løgtingslimur.

Skráin fyri fundin er henda:

Kl.19.00: Umboð fyri Áhugafelagið ”Lutaíbúðir” býður vælkomin,
Kl. 19.05: Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, hevur framløgu um bústaðarviðurskifti,
Kl. 19.20: Óluva Zachariasen, journalistur, stýrir pallboðsfundinum.

Um 21-tíðina tekur Óluva Zachariasen samanum og endar fundin.

Fundurin er almennur, og vónandi møta fólk fjølment.

GG: Høvi verður at seta politikkarunum spurningar.

Nevndin fyri Áhugafelagið ”Lutaíbúðir”.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

So er eingin samgonga longur

10 tímar síðan

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

Í gjár kl. 09:14

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55