Ongi úrslit

Pólland flytur yvir 1000 hermenn til eystara partin av landinum

Avgerðin kemur í kjalavørðinum av hernaðarliga uppreistrinum í Russlandi hjá Wagner bólkinum

Ragnar Sjúrðarson
9. juli 2023 kl. 18:35

Í gjár byrjaði Pólland at flyta omanfyri 1.000 hermenn móti eystara partinum av landinum.

Tað upplýsir pólenski verjumálaráðharrin, Mariusz Blaszczak, sambært Reuters á Twitter.

-    Hetta er fyri at prógva, at vit eru til reiðar um royndir, at skapa ófrið vera framdar nær markinum til okkara land, ljóðar tað frá millum annað Blaszczak.

Avgerðin kemur í kjalavørðinum av hernaðarliga uppreistrinum hjá Wagner bólkinum í Russlandi í endanum av juni.

Sum ein partur av endaligu avtaluni fekk Leiðarin av Wagner bólkinum, Jevgenij Prigozjin, og hansara hermenn loyvi at flyta til Belarus, sum er á markinum til Pólland.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44