Ongi úrslit

Politiski myndugleikin má taka trupulleikan í álvara – áðrenn ov seint er

Risa avbjóðingar eru á eldra- og námsfrøðiliga økinum, ið føra við sær ein alsamt øktan starvsfólkatørv. Ein betri fortreyt at útbúgva seg til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara, hevði tí verið til stóran bata fyri samfelagið. Men eftir øllum at døma, tekur politiski myndugleikin ikki hendan  trupulleika í álvara - lítil og eingin vilji, til at finna loysnir, er at hóma

Heilsuhjálparafelag Føroya, Mary Antonsdóttir, Bingerð H. Fosságil og Sanna á Løgmansbø
8 tímar síðan

Risa avbjóðingar eru á eldra- og námsfrøðiliga økinum, ið føra við sær ein alsamt øktan starvsfólkatørv. Ein betri fortreyt at útbúgva seg til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara, hevði tí verið til stóran bata fyri samfelagið. Men eftir øllum at døma, tekur politiski myndugleikin ikki hendan  trupulleika í álvara - lítil og eingin vilji, til at finna loysnir, er at hóma.

Starvsfólk við førleika mangla

Alneyðugt er, at eldra- og námsfrøðiliga økið hava neyðugu starvsfólkini til taks – starvsfólk við førleika. Politiski myndugleikin er væl vitandi um trupulleikan, tí talið av starvsfólkum við neyðuga førleikanum er ikki tøkt og talið er heldur ikki økt farnu tíðina. Útlitini eru ikki góð. Tað er tí neyðugt, at hendan avbjóðing verður tikin í størsta álvara og útbúgvingarmøguleikarnir innan økini mugu betrast.

Fakfeløgini vilja framtíðartryggja eldraøkið og námsfrøðiliga økið

Meðan politiski myndugleikin ikki letist vilja síggja veruleikan í eyguni, hava fakfeløgini innan økini veruliga roynt at lata eyguni á politikarunum upp, soleiðis at støðan kann betrast. Neyðugt er, at eldra- og námsfrøðiliga økið verða framtíðartryggjað.

Í mai mánaða var fyrsti fundur millum fakfeløgini og politiska myndugleikan og eftir eini 6 fundir er ikki komið á mál. Ein stór avbjóðingin er, at tað als ikki letur seg gera fíggjarliga hjá tí áhugaða, at fara undir útbúgving innan økini.

Ein fíggjarlig vanlagna hjá persónum, at fara undir útbúgving

Einfalt dømi kann eitt nú takast í einum støkum uppihaldara, sum starvast innan økið og nú ynskir at førleikamenna seg. Vit siga, at viðkomandi starvast í miðstaðarøkinum, býr til leigu, hevur eitt barn og annars hevur sera avmarkaðar útreiðslur til dagsins uppihald. Í uppskoti liggur, at hesin, ið fer undir útbúgving fær 50% av byrjunarløn í sáttmálanum hjá Heilsuhjálparafelag Føroya. Tá allar fastar útreiðslur eru goldnar, mangla umleið 1.000 kr í mánaðarliga, men tá matur, klæði, og flutningsútreiðslur eru goldnar, mangla útvið 8.000 kr mánaðarliga. Fíggjarliga er tað tí fullkomiliga ómøguligt at fara undir at førleikamenna seg við at nema sær útbúgving innan økið.

Kommunurnar ikki fyri fíggjarligum missi

Í flestu førum starvast persónar, sum hesin í døminum, hjá einari kommunu. Minst til, at tað júst eru kommunurnar, sum áttu at verið áhugaðar at loyst avbjóðingina á starvsfólkaøkinum. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt útrokningar í sambandi við uppskot um løn undir útbúgving. Í stuttum kann sigast, at um landskassin endurrindar løn, meðan tann førleikamennandi er í skúla, vinna kommunurnar í fleiri førum pening av at starvsfólk innan økini fara í skúla fyri at nema sær útbúgving. Verður hetta sæð í ljósinum av, at tann førleikamennandi í mongum førum er fyri stórum fíggjarligum missi av at nema sær útbúgving innan økini, hvørvur logikkurin fullkomiliga.

Eingin vilji hjá kommununum at gera nakað, ið munar

Tað eru kommunurnar, ið hava ábyrgdina av økinum. Tað eru kommunurnar, ið hava tørv á starvsfólki við neyðuga førleikanum. Tað eru kommunurnar, saman við landsmyndugleikanum, ið eiga at seta karmarnar, soleiðis at tað er eggjandi at fara undir útbúgving, soleiðis at eldra- og námsfrøðiliga økið verða framtíðartryggjað. Tískil er tað fullkomiliga burturvið, at tað er starvsfólkið, ið skal svíða fíggjarliga fyri hetta.

Viðurskiftini mugu í rættlag nú!

Tað er tí ein álvarslig áheitan til politiska myndugleikan innan kommunu og land, at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Jú longri verður bíðað tess meira kostnaðarmikið verður tað, tí kavablakið, ið verður rullað undan frammanfyri, gerst bara størri og størri. Hetta er álvarsamt og skal vera ein áheitan til politiska myndugleikan: takið tykkum saman og finnið loysnina. Vit eru til reiðar. Eru tit?

 Hetta lesarabrævið er sent politiska myndugleikanum, við útgreinandi tølum.

Vegna

Heilsuhjálparafelag Føroya, Mary Antonsdóttir, forkvinna

Heilsurøktarafelagið, Bingerð H. Fosságil, forkvinna

Føroya Pedagogfelag, Sanna á Løgmansbø, forkvinna

Mest lisið hesa vikuna

Hetta fer helst at tálma príshækkingum á bústøðum

21. august kl. 12:30

Fekk bæði bót og klipp fyri at koyra niðan hendan vegin

21. august kl. 07:52

Stjól fyri 7.500 krónur í einum handli

20. august kl. 09:37

Soleiðis sær Galaxy út - innan

21. august kl. 17:34

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

11 tímar síðan

Stjól fyri nakrar túsund krónur

20. august kl. 07:44