Politiska prestastýrið á Óðinshædd

Altíð bagir illum barni okkurt. Felagsskapurin hjá arbeiðsgevarum okkara hevur nú aftur barslað við onkrum, sum teir onki sum helst hava við at gera.

Tórbjørn Jacobsen
29. oktober 2024 kl. 18:42

Altíð bagir illum barni okkurt. Felagsskapurin hjá arbeiðsgevarum okkara hevur nú aftur barslað við onkrum, sum teir onki sum helst hava við at gera. Onkursvegna er Vinnuhúsið, í sínari sjáldsomu sjálvsfatan, farið at halda seg vera ein ekvivalent til prestastýrið í Persia.

Hátthevjað omanfyri samfelagsskipanina og politisku bastiónirnar. Í sjálvgóðsku sita teir á Óðinshædd og kika niður í egnan nalva fyri at finna vísdómin, sum teir nakrar ferðir um vikuna ynskja at borðreiða fyri okkum fátæku í anda og hugi. Herðindini hesaferð – 14 dagar fyri kommunuvalið - eru íkomin av teimum minstu kommununum í landinum.

Lat meg sláa fast, við sjeytummaseymi, at tað er ein kommunalur setningur hvussu hesar skulu skipa seg, og tær minstu kommunurnar – av 29 – eru á ongan hátt avbjóðingin í hesum samfelagnum – heldur hinvegin um nakað.

Vinnuhúsið hevur í seinastuni av álvara lagt seg út í kommunuvalið. Eftirhondini er talan um eina umfatandi greinarøð, har vinnuskansin á mondenu adressuni í høvuðsstaðnum hevur meiningar um snøgt sagt alt í kommunala geiranum. Tónalagið er altíð atfinnandi og av góðum grundum ikki sørt studentikost. 

Lætt er at síggja hvaðan hesir ráðgevandi kallar finna íblásturin: Alt skal vera sum í Danmørk - dividerað við 100 ella 120. Ei dáni í, tað er jú tað einasta samfelagið, sum hesir hava lært og hava onkra hóming um. Hvat ið ein føroysk kommuna er, - tað vita teir undir øllum umstøðum als onki um.

Í nýggjastu greinini verður lagt eftir teimum minstu kommununum. Víst verður á, at í fjórðu hvørjari kommunu búgva 155 fólk ella færri. Hetta er ikki skynsamt sambært Vinnuhúsinum.

Tað er rætt, at tað í Skúvoyar, Famjins, Fugloyar, Hovs, Húsavíkar, Kunoyar og Skálavíkar kommunum búgva fá fólk. Tað búgva einans 660 fólk tilsamans í hesum sjey kommunum. Talan er sostatt um á leið 1,2 prosent av Føroya fólki, og íbúgvaratalið er tíverri lækkandi.

Samlaða útreiðslan til borgarstjóra og bygdarráð er í hvørjari av hesum kommunum væl minni enn ein ráðgevaraløn í Vinnuhúsinum.

Samlaði lønarkostnaðurin í øllum hesum nevndu sjey kommunum – samanlagt - íroknað samsýningar til kommunustýrislimur - liggur um góðar 5 milliónir krónur árliga. Og, hóast hetta er nakað minni enn lønarkostnaðurin í Vinnuhúsinum, so er samfelagsliga gagnið uttan iva væl størri.

Tær brúka í øllum førum ikki umsitingarorku til at grifla niður óviðkomandi lesarabrøv um, hvussu onnur í hesum samfelagnum skulu geberda sær í gerandisdegnum.

Í almenna kjakinum verða hesar minstu kommunurnar javnan skírdar at verða rótin til alt ónt í Føroyum. Alt hevði verið betur, bara tær ikki vóru til. Men hvørja avleiðing hevur tað fyri føroyska samfelagsbúskapin, um hesar kommunur eru sjálvstøðugar ella ikki? Stutta svarið er: Onga.

Seta vit hesar 5 milliónir krónurnar í mun til, at samlaði almenni geirin í Føroyum kostaði 13,2 milliardir krónur í fjør, so er einans talan um 0,04% av samlaðu  almennu útreiðslunum í Føroyum. At niðurleggja minstu kommunurnar ger tí hvørki frá ella til. Tí man tað vera mongum ein gáta, at hendan flugan er farin at surra so herviliga innanskalla hjá onkrum á Óðinshædd, sum hevur fingið í uppdrag at skriva lesarabrøv um alt annað enn sín egna arbeiðsgevara. Har kundi av sonnum verið okkurt at trivið í, sum helst hevði havt almennan áhuga. 

Sannleikin er tann, at tað finst neyvan nakar almennur stovnur í Føroyum, sum verður so skynsamt og rationelt rikin sum tær minstu kommunurnar. Ein samanlegging fer við vissu at økja um kostnaðin, og oftast eru hesar kommunurnar í samstarvi við aðrar kommunalar eindir um størri mál. Eitt nú á dagstovna-, eldverju-, skúla-, barnaverndar- og eldraøkinum.

Soleiðis eru tær minstu kommunurnar fyrimyndarligar, tá tað kemur til at samstarva við aðrar kommunur og við landsstovnar. Her kundi hin almenni geirin veruliga lært nakað av minstu kommununum.

Rætt er tað, at tað eru avbjóðingar í almenna geiranum, bæði tá tað kemur til rakstur og samstarv, men minstu kommunurnar eru altso ikki nøkur samfelagslig avbjóðing, heldur hinvegin. 

Hugsað og sagt meðan vit bíða eftir komandi kommunalu skotríðini, sum í næstum kann væntast oman av Óðinshædd, har tjóðarinnar stóru tankar í hesum døgum verða fostraðir okkum til áminningar og áfyllingar. Annars; - gott kommunuval.

Kelda: https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/faerri-og-sterkari-kommunueindir