Ongi úrslit

Politiið venur við Tjarnir í dag

Um fólk síggja vápnaðar politistar uppi við Tjarnir í dag er bert talan um venjingar

Føroya politi
22. juli kl. 10:35

Um fólk síggja vápnaðar politistar uppi við Tjarnir í dag er bert talan um venjingar.

Venjingarnar byrja um middagsleitið og halda væntandi fram tað mesta av degnum.

Venjingarnar eru partur av fyrireikingunum hjá Føroya Politi til Conference League-dystin millum HB og Brøndby, sum verður á Tórsvølli hóskvøldið 24. juli 2025.

Nógvar fyrireikingar til Conference League-dystin

Hóast Føroya Politi sjálvsagt vónar, at dysturin verður avgreiddur í einum góðum ítróttarligum anda, er politiið væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði áðrenn dystin, undir dystinum og eftir dystin.

Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini.

Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.

Av taktiskum orsøkum ber ikki til at greiða nærri frá, júst hvussu trygdin verður skipað í mun til Conference League-dystin, og tískil kann heldur ikki væntast, at Føroya Politi svarar fleiri spurningum hesum viðvíkjandi.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

Í gjár kl. 09:45

Pál spenti bogan og vann 2,2 mió krónur í Gekkinum

18 tímar síðan