Plátan, ið nærum hvarv

Plátuhúsin til Yates hjá Tweed & Hyenas

Knút Háberg Eysturstein
30. juni 2017 kl. 10:31

Tá eg við árslok gjørdi tónleikaárið 2016 upp, var lítil ivi um, at plátan Yates hjá Tweed & Hyenas, ið kom út á Plátufelagnum Tutl, var ársins “surprise”. Eg vísti lítið og einki undan útgávuni, visti ikki so frægt, at hon var ávegis, og tað einasta eg visti um bólkin var, at Tweed er artist navnið hjá Jón Klæmint Hofgaard, áður kendur sum gittarleikari við Lama Sea, Guðrið Hansdóttir og Heiðriki av Heygum.

Á heysti í fjør fór eg til eitt lurtigildi í Sirkus í Vágsbotni. Hevði lisið um tiltakið á Facebook, har tað frættist, at bólkurin Tweed & Hyenas fór at hava lurtigildi fyri debutplátuni Yates. “Lurtigildi” er tá fólk savnast alment um at lurta eftir eini plátu í fullari longd. Slík tiltøk eru hugalig í eini tíð við denti á einstaklingagjørda lurting. Jón Klæmint hevur til fyri stuttum verið búsitandi í London, har hann hevur lisið populertónleik á Goldsmiths University of London, og í Tweed & Hyenas hevur hann bretska manning afturat sær. Hetta kvøldið í Sirkus var eg stak hugtikin av fullfermdu plátuni, ið ljómaði mestsum burturúr ongum, hóast eg sjálvandi var greiður yvir, at ein søga lá aftanfyri. Hesa søgu setti eg mær fyri at kanna nærri, og eg fekk eitt prát í lag við Jón Klæmint og enska framleiðaran Sean Woodlock. Teir greiddu nærri frá søguni handan útgávuna, sum er tøk sum LP niðri í Tutl handlinum á Káta Horninum, umframt at hon eisini er at finna á netinum í talgildum líki. Yates inniheldur átta lýrisk gittardrivin løg við drøgum úr soul,  jassi og rokki. 

Hittust í London
Jón Klæmint er áhugaverdur at práta við. Hann er fyrikomandi og ágrýtin, men hann kann eisini vera eitt sindur kryptiskur og orðafimur. Tónleikurin hjá honum hevur ein lættan og fyndugan dám, men tá hann tosar koma bókmentaligar og heimspekiligar tilvísingar javnan fyri. Jacques Derrida, Walter Benjamin, Susan Sontag og Judith Butler eru tí líka sjálvsagdur partur av hugaheiminum sum tónlistaligu tilvísingarnar. Kortini kennist hesin hugsanarhátturin ikki tungur ella knortlutur, men hann er heldur ein sjálvsagdur partur av teirri leikandi løttu heildini. Tónlistaligu tilvísingarnar eru heldur ikki hvat sum helst, tí sum prátið gongur verða nøvn sum Captain Beefheart, Scott Walker, John Maus, Arthur Russell, Deerhoof, Bill Evans, Serge Gainsbourg, George Brassens og Jacques Brel havd á lofti.

Sean Woodlock tekur seg út sum ein stillfør og hugsunarsom týpa, ið tykist at hava greiðar ætlanir við tí hann tekst við. Hann rekur sítt egna upptøkuhøli, umframt at hann er tónleikaframleiðari og tøkningur og hevur verið búsitandi í London í fleiri ár. Hann byrjaði frá grundini sum “te drongur” í Miloco Studios, har hann eitt nú slapp at arbeiða við Depeche Mode og Bloc Party. Seinni gjørdist hann fríyrkisfólk og var m.a. upptøkutøkningur í Hackney Road Studios. Við tíðini gjørdist hann medeigari av Hackney Road og var eisini biðin um at reka upptøkuhølið á Goldsmiths University – Goldsmiths Music Studio – afturat sínum egna.

Tá ið Jón Klæmint flutti til London, kom hann í samband við ymsar tónleikarar og farið var eisini undir upptøkur. Í Goldsmiths Music Studio hitti hann Sean, ið fekk avgerandi týdning fyri plátuna Yates. Sean hevði nevniliga sínar avgjørdu meiningar um tilgongdina hjá Jón Klæminti og teimum, og tá teir fóru á pubb saman, segði Sean sum var, at honum dámdi ikki mátan, ið teir tóku upp uppá. At tónleikurin heldur skuldi innspælast live í upptøkuhølinum, tí tað fór at hóska seg betur til tónleikin hjá Jón Klæminti.

Jón Klæmint kendi á sær, at hann var samdur við hesum fýrinum við avgjørdu meiningunum og gjørdi av, at hann vildi arbeiða saman við honum. Sean hoyrdi teir síðani spæla live og dámdi væl framførsluna. Hann fór beint upp til teir og bað teir koma við sær í studio. Tey næstu tvey árini arbeiddu teir saman og tóku upp. Tað var ikki nøkur miðvís ætlan um at gera eina plátu, men bara at arbeiða saman og spakuliga forma tónleikin. Tað fyrsta teir tóku upp var fyrsta skeringin á plátuni, ‘Norðasta Horn’.

Upptøkur uttan órógv
Sean greiðir frá, at um hesa tíðina var hann nógv íblástur av kenda amerikanska framleiðaranum Steve Albini, ið rekur Electrical Audio upptøkuhølini í Chicago, USA. Albini er kendur fyri at hava upptikið Nirvana, Pixies v.fl. Háttalagið hjá Albini er ein leyslig heimspekilig sannføring um, at hann ikki vil blanda seg uppí tað sum listafólkið ger. Hann sigur ikki, hvussu tey skulu spæla ella hvussu tey skulu ljóða. Albini letur bara bólkin gera sítt ting og setur so mikrofonirnar upp. Sean valdi hetta háttalag, tá hann arbeiddi við Jón Klæminti og teimum. Hetta hóskaði seg eisini, tí Jón Klæmint visti hvat hann vildi.

Jón Klæmint leggur afturat, at summi studio hava eitt sera kliniskt umhvørvi, og hesum hevur hann fingið eitt sindur av fobi ímóti.

– Tað er sum um, at tú ert í einum laboratorium og verður dissekeraður. Sum ein froskur ella okkurt sovorðið, sum hann málber seg.

– Tá vit fóru í studio við Sean, kendist tað nógv meir sum eitt kleystur ella líknandi. Tað var friðsælt og tú kundi gera tað, sum tú hevði hug til. Tað var eisini ómakaleyst, og tað gekk skjótt fyri seg. Ikki so nógv snakk um hetta ymiska og pilkað var ikki ov nógv við smálutir. Alt var sagt á generellan og óbeinleiðis hátt, og tað dámar mær nokkso væl. Kortini gjørdu vit fleiri spjaddar sessions av hesum slagi, har alt var upptikið yvir langa tíð, so eg eri fegin um, at fólk uppfata plátuna sum eina samanhangandi heild.

Sean skoytir uppí, at ein av orsøkunum til, at tað er eitt samljóð yvir plátuni, er tí at teir valdu bert at hava teir tríggjar tónleikararnar í bólkinum við uttan uttanhýsis luttøku: Ben Madeley á gittar, Ed Burton á trummur og Jón Klæmint á gittar, sang og klaver.

– Teir tríggir eru hjartað í tónleikinum, sum Sean málber seg.

Tá eg viðmerki, at eingin bassleikari er við í bólkinum, svarar Sean, at hetta var eitt av tingunum, ið hann helt fast við.

– Tað ger einki, tí okkum tørvar bert at hoyra teir tríggjar spæla.

Fyri Jón Klæmint er tað umráðandi at prógva, at tað ikki er neyðugt at hava bass í einum bólka formati. Hann metir eisini, at tað er meira avbjóðandi ikki at nýta bassin – serliga tí hann ofta er so grundleggjandi og umráðandi í einhvørjum tónleikasamanhangi. At taka eitt slíkt grundleggjandi ljóðføri úr tónleikinum er sum at hava at gera við eitt blankt pappír við nógvum strikum á.

Hugsjón handan navnið
Jón Klæmint greiðir víðari frá hvussu ein hevur ambitiónir og hugsjónir fyri hvussu ein bólkur skal taka seg út, og hann undirstrikar, at allur tankin handan Tweed & Hyenas er, at tað byggir á dualitet. Sjálvt navnið bendir á hetta á obskuran, persónligan og idiosynkratiskan hátt, har “Tweed” er nakað sum er skræddaraseymað og mentanarligt, meðan “Hyena” er nakað vilt. Um heitið á plátuni, Yates, sigur Jón Klæmint, at tað kom av óvart einaferð tá hann vitjaði Blackheath bókahandilin í landsynnings London. Komin innar spyr hann sølukonuna, um hon hevur nakra bók eftir “Yates”. Konan hugsar øgiligt eina góða løtu um hvør hesin “Yates” man verða, hvaðani hetta eftirnavnið kom, og hvørja bók hon nú ikki hevði givið sær far um. Brádliga brestir úr henni “á, Yeats!” Tað vísti seg, at Jón Klæmint av misgáum hevði úttalað navnið á írska yrkjaranum skeivt, men hann leggur afturat, at hesa løtuna var tað “næstan sum um ein nýggjur rithøvundur var borin í heim, at eitt stað í huganum, ið annars var ein oyðimørk, bleiv eitt spennandi og kanska uppsøkjandi stað.”

Hetta er sambært Jón Klæminti ein “lesnaður í ymiskleika í misskiljingum, har ið feilir gerast uppfinnilsir.” Víðari greiðir hann frá hvussu vit hava nakað, ið eitur felags ella kommunal vitan (á enskum “communal knowledge”), har alt uttanfyri hesa vitanina er fult av tøgn. Men tað eru tílíkar hendingar sum tann í bókahandlinum, ið fáa vitanina at víðka. Júst tí at vit tá ferðast útum hetta økið og gera tað størri. Í teirri hendingini og í navninum Tweed & Hyenas búgva dualitetir millum eitt nú Yates og Yeats, náttúru og mentan og Føroyar og Ongland.

Sangskrivarin Jón Klæmint
Jón Klæmint hevur áður eyðmerkt seg sum gittarleikari, m.a. við peppaða havnarbólkinum Lama Sea, ið gjørdi vart við seg í 00’unum. Ikki hevur nógv verið at hoyrt til hann sum sangskrivara. Tó hevur hann altíð skrivað sangir á onkran hátt. Eitt skifti plagdi hann at taka hugskot upp á telefonini hjá sær. Hetta gjørdist ein nærum endaleys røð av løgum og smáum hugskotum. Hann minnist í hesum sambandi aftur á ein heimildarfilm um Woody Allen. Allen nýtir ein líknandi hátt, tá ið hann skrivar handrit, har hann bara skrivar eina rúgvu av hugskotum, og einaferð leggur hann tey øll út á songina og roynir at vita, um har er nakar samanhangur í. Tað er ofta soleiðis Jón Klæmint sjálvur lurtar eftir einum hugskoti við at royna at knýta tað at einum øðrum hugskoti. At forma tað á henda hátt. Síðani byrjar tað at blíva til okkurt, og tá tað verður spælt við hinum í bólkinum, verður tað ordiliga lagt til rættis, og ymsu kvalitetirnir verða undirstrikaðir.

Øðrvísi er við tekstligu tilgongdini. Hon er nógv meira spontan, tí alt hendir ordiliga skjótt. Honum dámar væl, at grundin er presis og væl løgd til rættis, men tekstirnir eru meira skaptir sum ein samrøða. Tekstirnir skifta ómakaleyst millum føroyskt og enskt, og ofta eru bæði málini umboðaði í einum og sama sangi. Til hetta sigur Jón Klæmint, at eftir at hava búð í London í eina tíð, gekk tað brádliga upp fyri sær, at hann ikki brúkti føroyska málið nakað serligt. Teir flestu sangirnir vóru á enskum, og hann kendi tað sum, at hann kundi orða seg nógv meira kraftmikið á enskum, tí hann var lesandi og “las bøkur við stórum orðum og kundi gera stórar staðfestingar” sum hann eitt sindur skemtandi tekur til.

Hinvegin er føroyskt ikki nakað, ið hann sambært egnari útsøgn hevur lisið nógv. Hann sær ikki seg sjálvan sum ein bókmentaligan persón, og heima við hús las hann ikki nógv á yngri árum. Hann hugsaði tí við sær sjálvum, at tað kundi verið áhugavert at brúkt tað grundleggjandi føroyska sum hann hevði. Við fjarstøðuni í London sum treyt og við einum ynski um at vera erligur um tað eisini.

– Har eru onkrar málsligar villur uppi í, har eg bara hugsaði “gott er” og bara valdi at brúka tær. Eg tími ikki at alt skal vera so perfekt. Kortini er eitt endamál við øllum.

Verkætlanin fyri bakkasti
Meðan vit práta, kemur Jón Klæmint við eini viðmerking um, at hann í grundini hevði uppgivið tankan um at útgeva plátuna. Tá eg spyrji inn til hetta, kemur tað undan kavi, at tað var um reppið, at útgávan yvirhøvur kom út. Upprunaliga ætlanin var nevniliga, at teir skuldu geva út á plátufelagnum NX Records í London. Hetta var eitt lítið plátufelag, ið bæði Jón Klæmint og Sean høvdu samband við. Tá avtornaði vildu tey ikki geva plátuna út kortini. Eg spyrji meira inn til hetta, og teir báðir eru eitt sindur trekir, men velja tó at siga frá søguni. Upprunaliga fingu NX Records áhuga fyri bólkinum tá tey hoyrdu lagið ‘Norðasta Horn’ og tey gjørdust sera íðin at fáa lagið við á eina savnsfløgu. Á henda hátt vóru teir hálaðir inn í eina avtalu. Jón Klæmint ger vart við, at hetta er torført at tosa um, tí hetta vóru fólk, ið høvdu eggjað honum til at vera radikalur og bara gera akkurát tað, sum hann hevði hug til á allan hugsandi hátt. Teir sendu teimum løg so hvørt sum teir tóku upp, og hvørja ferð lótu tey ordiliga væl at og søgdu, at tað var fantastiskt.

NX Records er eitt undirfelag hjá Accidental Records, ið verður rikið av enska elektroniska tónleikaranum Matthew Herbert. Herbert er eitt virt navn innan elektroniska tónleikaheimin, og ein teldupostur frá honum úrslitaði í einum “ordiliga kiksaðum fundi”, sum Jón Klæmint málber seg. Fundurin var millum umboð frá NX Records og teir tríggjar í Tweed & Hyenas.

– Hetta vóru fólk, sum eg hevði lisið saman við og sum høvdu við universitetið og við plátufelagið at gera og sum høvdu arbeitt fyri onnur plátufeløg. Og hann (Matthew Herbert) hevði skrivað ein teldupost og sent hann til tey, og hetta høvdu tey so printað út. Og tey søgdu, at tey høvdu lurtað umaftur, og at tey vóru meir ella minni samd í tí, sum Matthew segði í teldupostinum og tóku undir við øllum punktunum.

Herbert ynskti at broyta tónleikin somikið nógv, at teir í bólkinum á grundleggjandi hátt ikki kendu seg aftur í honum longur. Hetta vildu teir ikki ganga uppá kompromis við.

Fyri Jón Klæmint var tað ein løgin uppliving, tí alt broyttist frá at vera eitt álitisfult og vinarligt umhvørvi, næstan sum ein familja, ið teir vóru partur av.

– Tey vóru so positiv um tað vit gjørdu, og brádliga kom henda kúvendingin. Eg veit ikki, hvat tað gekk út uppá. Tað var hendan her sannkenningin av, at Herbert er tann, sum tekur endaligu avgerðirnar og stendur aftanfyri alt. Tað var næstan sum um, at hann var búktalari, og tey søgdu bara hansara meiningar hart. So skjótt sum ordrar komu frá ovastu rók, broyttust tey bara. Tað var ein fløkt støða, vit gjørdust allir ørkymlaðir av tí, og bólkurin misti drívmegina, hóast vit framhaldandi gjørdu tónleik hvør sær. Øll luftin fór úr ballónini. Hetta var á sumri í 2015.

Bólkurin steðgaði upp, og líkt var til, at plátan, ið teir høvdu arbeitt við í yvir tvey ár, var dømd til at hvørva. Tó var Jón Klæmint eisini virkin við øðrum bólkum, meðan hann var búsitandi í London, eitt nú Rutger Hauser, The Laptop Ensemble og Jamie Coe.

Jens kemur inn í myndina
Hóast mótgongdina heldur framleiðarin Sean uppá, at hetta er sum við lívinum við tess upp- og niðurtúrum.  – Hatta var lágpunktið, at plátufelagið skuffaði okkum og bólkurin stríddist og Jón Klæmint ætlaði sær út at ferðast, og so kom Jens (L. Thomsen) inn í myndina. Jón Klæmint og Jens hava kenst í eina tíð, og eg kendi hann eitt sindur, sigur Sean.

Jón Klæmint sendi lagið ‘Ricæur’ [aftur ein megnar heimspekilig tilvísing] til Jens og hevði kanska eina vón um at fanga uppmerksemið hjá onkrum øðrum og fáa nøkur frísk oyru at lurta eftir tilfarinum.

– Jens dámdi ordiliga væl, og hann vildi hoyra meira. Eg segði, at eg kundi senda honum okkurt. Síðani fluttu partnarin hjá mær Barbara og eg út úr okkara íbúð, og vit búðu hjá Kirstin og Jens. Vit høvdu eina samrøðu um hetta, “hví útgevur tú ikki tónleikin?” o.s.fr. Jens bað meg koyra allar sangirnar á ein playlista, og vit lurtaðu eftir tí, og teimum dámdi tað ordiliga væl. Eg fekk so líðandi sjálvsvirði og álit aftur og byrjaði at hugsa, at tað var spell, um tónleikurin ikki bleiv útgivin. Og so gjørdu vit tað.

Jón Klæmint setti seg í samband við Kristian Blak og fór oman til hansara at fundast. Her var lag á manni, og eftir lítlari løtu var Kristian klárur við einum sáttmála. Hetta vóru heilt aðrir tónar og ein heilt annar hugburður.

– Eg síggi hann (Kristian) sum ein etnomusikolog. Hann hevur bara áhuga í at útgeva so nógvan tónleik sum gjørligt. At arbeiða við London plátufelagnum var rættiliga fremmandagerandi, men Kristiani møtti eg beinanvegin andlit til andlits, og tað var skjótt at orðna. Tað dámar mær væl við honum. Hann vil gjarna hava tónleikin at verða har. At verða tilstaðar. Tað er ikki ein selektiv prosess, einki við hvat er høgt og lágt alt eftir hvat tú heldur um tónleikin. Tað eri eg sera fegin um. Tað finnast plátufeløg úti í heimi sum eru ordiliga imponerandi og tú samanbert tey, men so hevur tú Tutl sum bara er sítt egna ting.

Spæligleði
Fyri at venda aftur til sjálva útgávuna Yates, so undirstrikar Jón Klæmint, at fyri hann ítøkiligger øll plátan spæligleði. Tað at spæla. Hann fór einaferð til ein fyrilestur hjá einum professara í mannfrøði, sum eitur David Graeber.

– Graeber skrivar nógv um bureaukrati og er anarkist. Hann tosar um hugskot sum aktiva og statiska anarkismu, at tá tú gert okkurt ert tú aktivur. So beint nú eri eg ikki aktivur tónleikari, tað eri eg bara tá eg framføri tónleik. Og hann tosar um spæl, og at tað finnast kanningar av, at tá børn spæla, spæla tey helvtina av tíðini, og hina helvtina broyta tey reglurnar í spælinum. Tað er alla tíðina ein sovorðin sjálvstýring av sjálvum spælinum. Tað haldi eg er endaleyst hugtakandi, at tú tilskilar reglur til eitthvørt, men tú broytir tær samstundis, og tað gera børn nógv. Tað blívur við at broytast so líðandi. Ein fundur millum skil og óskil. Har er Tweed & Hyenas tingið aftur, sigur Jón Klæmint hugtikin.

Annars er hann ikki stórt viðhaldsfólk av hesum at skula greiða ov gjølla frá tí sum hann ger.

– Ein skemtisøga er ikki stuttlig, tá ið tú skalt greiða frá henni, og tað er eitt sindur tað sama við sangum og tónleiki. Sumt skal ikki sigast, tí tað er bara har. Tað er hatta, sum Walter Benjamin sigur um leiklutin hjá kritikaranum. Tá tú sært okkurt uttanífrá er tað vakurt, men tá tú byrjar at pilka tað sundur fyri at finna útav hvørjum tú hyggur eftir, so mást tú skræða estetikkin bururúr fyri at síggja innaru mekanismurnar, og tann prosessin er ein destruktiv prosess.

Hann ger eisini vart við, at hóast hann tosar um alskyns ástøðilig og bókmentalig viðurskifti, so væntar hann als ikki, at fólk skulu hoyra hetta í tónleikinum. Tá avtornar er hann ovurfegin um, at plátan loksins er útkomin, og hann og Sean eru á einum máli um, hvussu frustrerandi tað er at arbeiða við onkrum, sum ikki verður útgivið. Tað kemur meir enn so fyri, at plátur als ikki koma út, og at ongin hoyrir tær. Plátufeløg broyta ofta meining og hava í flestu førum egnan vinning í huga, heldur enn hvat hóskar seg best til listafólkið. Tí er at fegnast um, at vit í Føroyum hava Tutl, ið kann lofta eini frálíkari útgávu sum teirri hjá Tweed & Hyenas.

Jón Klæmint hevur skrivað eina yrking, ið hann sigur vera “eitt skelti, ið hongur yvir hurðini til hesa plátu”. Hon ljóðar soleiðis:

"What yate is to gate is what eucalyptus is to a beginning. A home in regret of what should have happened. I sometimes go to see this beginning and I always choose the same passage: "A entrance to beautiful things is an obstruction to what we left outside. I'm back in my nighthouse.”

  

 

Fakta

 

Yates hjá Tweed & Hyenas:

Ben Madeley – gittar

Ed Burton – trummur, tympanum

Jón Klæmint Hofgaard – Gittar, sang og klaver

Framleitt av Sean Woodlock

Co-framleitt av Jens L. Thomsen

Masterað av Jason Goz

Ljóðblandað í Hackney Road Studio

Tikið upp í Hackney Road Studio, Goldsmiths Music Studios, City University Studio

Sniðgivið av Kirstin Helgadóttir

Listaverk eftir Jón Klæmint Hofgaard

 

Løgini eru:
1. Norðasta Horn
2. Topa
3. Dune
4. Svim Uppeftir
5. Ketur og Kettur
6. Opta
7. Ricæur
8. Seconds