HSF skrivar soleiðis í kvøld:
EM-endaspælið staðfest!
Við tað at Montenegro sigraði 34-26 á Portugal í kvøld, er tað endaliga staðfest, at føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg til EM-endaspælið.
Tað er eisini staðfest, at Føroyar blíva í minsta lagi nummar tvey í undankappingarbólkinum. Fyri at vinna bólkin krevst tó ein 7-máls-sigur á Montnegro í Podgorica sunnudagin.
EM-endaspælið verður leikt í Póllandi, Kekkia, Slovakia, Rumenia og Turkalandi í døgunum 3. – 20. desember 2026. Lutakastið um bólkabýtið og staðseting verður hósdagin 16. apríl kl. 17.00, føroyska tíð, í Katowice í Póllandi.