Ongi úrslit

Paulina hevur verið 40 ár á Húsarhaldskúlanum

Skúlastjórin Jóhanna á Tjaldrafløtti fagnaði Paulinu Eliasen á samkomu í nýggja skúlanum hjá Rótini

Jonhard Hammer
10 tímar síðan

Hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum góða Paulina. Tað er ein stórur heiður at kunna halda ein so merkisverdan dag.

Ígjøgnum hesi 40 árini hevur tú við stórum eldhuga, trúfesti og fakligum dugnaskapi givið skúlanum eitt sermerkt og virðismikið íkast. Tú ert ótrúliga arbeiðssom og ikki bangin fyri at geva eina hond tá ið á stendur.

Brodering er list, sum flættar træðgrir av søgu, mentan og hugflog á toy.

Og tað er júst hettar, sum tú megnar so avbera væl! Tú gert mynstur, men tíni mynstur eru ikki bert mynstur men so øguliga nógv meir. Tí til hvørt mynstur hoyrir ein tíðandi søga. Ein søga, sum verður fortald, við hugflog, nál og trá, og sum livir víðari ætt eftir ætt.

Tú dugir so væl at og geva næmingunum møguleika fyri at menna sínar førleikar. Og vísa á týdningin, tað hevur, at næmingurin nýtir egin hugskot. Tú dugir sum fáur at seta litir saman soleiðis at blómurnar fáa lív og eina dypd sum gongur upp í eina hægri eind. Til eitt litfagurt blómutyssi og tú kjelar fyri hvørjum tí einasta stingi.

———

Ja Paulina er nakað serligt, og vit eru heppin at hava hana her á Rótini.

Vit vita at hon ígjøgnum ár og dag hevur undirvíst nógvum av tykkum. Hevur tú kanska okkurt stuttligt, gott og fitt minnið saman við Paulinu?

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10