Paul Watson til umrøðu á ovastu rók í Evropa

Politikarar í fremstu røð í Evropa leggja trýst á Danmark fáa Paul Watson leyslatnan

Áki Bertholdsen
20. september 2024 kl. 12:26

Málið um Paul Watson sum situr í varðhaldinum í Grønlandi, er nú enda á hægsta, politiska stigi í Evropa.

Tíðindastovan, Ritzau, sigur nevniliga, at fleiri limir í ES-tinginum leggja nú trýst á donsku stjórnina fyri at fáa tey at lata Paul Watson leysan.

Paul Watson varð handtikin í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk og tað var tí, at stjórnin í Japan hevur eftirlýst hann altjóða.

Síðani hava fleiri, bæði politikarar, og onnur kend fólk, lagt trýst á Danmark fyri at fáa tey at lata hann leysan aftur.

Og nú er málið enntá umrøtt í Evropa-tinginum og har royndu fleiri politikarar aftur at leggja trýst á donsku stjórnina fyri at fáa tey at lata hann leysan aftur so at hann ikku verður útflýggjaður til Japan.

Ritzau sigur, at tað eru serliga politikarar á vinstraveinginum, sum fóru á røðarapallin at verja Paul Watson, og sum vilja hava hann leyslatnan aftur.

– Danska stjórnin má lurta. Allur heimurin heldur eyga við Danmark, segði es-tinglimurin, Emma Fourreau úr vinstrasinnaða flokkinum, La France Insoumise, í Fraklandi.

Men eisini í stóra S & D bólkinum, sum er ein bólkur av javnaðarflokkum í ES-tinginum, sum eisini danski javnaðarflokkurin er limur í, er atfinningarsamur ímóti donsku stjórnini. Og tað sama ger seg galdandi í Renew- bólkinum, sum donsku stjórnarflokkarnir, Vinsti og Moderatarnir, eru við í.

Tey siga, at Paul Watson er umhvørvisstríðsmaður sum fordømir eina framferð, sum er ímóti altjóða umhvørvisrætti, og ES-rætti, siga tey. 

– Í áravís hava vit roynt at verja umhvørvisstríðsfólk og varskógvarar og vit kunnu ikki lata slíkt fara aftur við borðinum her í Evropa, sigur Leire Pajín, sum er við í S & D bólkinum.

Og fleiri at teimum, sum høvdu orðið, endaði røðu sína við orðinum: Lat Paul Watson leysan.

Tey stúra fyri, at verður hann útflýggjaður til Japan, kann hann fáa 15 ára fongsul og sostatt fer hann at doyggja av elli í einm japanskum fongsli.

Eisini danskir politikarar úr Eindarlistanum og Sosialistiska Fólkaflokkin, vóru á røðarapallunum og talaðu fyri at lata Paul Watson leysan.

ES-kommiserurin fyri heilsu og matvørutrygd, Stella Kyriakides, fanst ikki at Danmark. Men hon legði dent á, at sum heild virkar ES fyri at verja umhvørvisstríðsfólk, journalistar og varskógvarar.

– Ein óspilt náttúra er ein mannarættur og tað merkir, at tey, sum berast fyri at verja náttúruna, kunnu eisini verða vard av reglunum um mannarætindi, heldur hon. Tey hava uppiborðið at vit verja tey, segði hon sambært Ritzau.

Hinvegin taka høgraflokkarnir í ES- tinginum undir við, at Paul Watson verður útflýggjaður. til Japan.

Høgravenda, Alternative für Deutschland sigur, at Paul Watson er ein umhvørvis-yvirgangsmaður sum kann samanberast við Osama bin Laden, som legði tiltiknu yvirgangsatsóknina USA 11. septembur 2001, til rættis. Tí halda tey eisini, at hann skal útflyggjast til Japan.