Ongi úrslit

Patrik skoraði sigursmálið í Klaksvík

At tað gongur so illa hjá Víkingi at skora mál, ber við sær, at tað ikki til at vinna, tá ið mótstøðuliðið skorar mál

Jóannes Hansen
2 tímar síðan

Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið KÍ seinnapartin hevði vitjan av Víkingi.

Málið varð skorað í 13. minutti. Uppspælið var í høgru, har tað nógva gekk fyri seg í fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið royndi at leypa á. Jóannes Kalsø Danielsen og Árni Frederiksberg funnu væl hvønn annan, og tað var Árni Frederiksberg, sum legði bóltin fyri føturnar á Patrik Johannesen, sum takkaði fyri og eitt vet til høgru og úr 12 metrum setti bóltin dygst inn við nærra stólpa.

Tá ið Bjarki Danielsen bríkslaði fyri síðstu ferð var talan um stóran lætta í heimaleguni. Tí tað reið um snarið, inntil dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og heimaliðið hevði ongantíð av álvara fatur á spælinum.

KÍ hevur átta stig, og Víkingur hevur fýra stig. Málmunurin hjá Víkingi er 2-3, og tað er staðfesting av veruleikanum, at tað er í álopspartinum, at tað ikki riggar soleiðis, sum tað skal gera, um víkingarnir skulu vera við, har sum óføru spælararnir fegnir vilja vera við at seta dám á.

Lítla løtu undan, at KÍ skoraði sigursmálið, høvdu víkingarnir heilt stóran møguleika at javna. Eyðsýndu og dugnaligu ungu menninir Aron Benjaminsen og Jósef Ólavsson Gleðisheygg spældu seg væl ígjøgnum í høgru, og tá ið Jósef legði væl innfyri, var Jørgen Nielsen púra blankur mitt fyri málinum, men tá ið hann royndi seg við høvdinum, fór bólturin væl skeivu megin handara stólpan.

Í fyrra hálvleiki hevði KÍ Deni Pavlovic undir liðini á Jákupi B. Andreasen á sentrala miðvøllinum, og tað bar við sær, at sentrali parturin av KÍ spælinum var verjukendur, og at víkingarnir sum fyrri hálvleikur leið vóru meiri í álopsstøðu.

Eftir steðgin var Hallur Hansson sentralur miðvallari, og fyrstu løtuna eftir steðgin var KÍ meiri í álopsstøðu. Onkrar góðar støður vóru, og størsta møguleikan at økja um leiðsluna fekk Páll A. Klettskarð, tá ið hann kom ímillum afturlegging, men Páll sendi bóltin skeivu megin stólpan.

Eina góðu løtu var Víkingur nógv á bóltinum, og tað vóru spentar støður, uttan at tað eydnaðist víkingunum at fáa bóltin framvið Sebastian John, sum var tryggur í málinum frammanfyri miðverjarnar Gilla Rólantsson Sørensen og Gaston Nicolas Tellechea.

Tað var støðugt ferðmikið og intenst, og tað vóru nógvir nærdystir, og samstundis vóru tað nógvar óneyvar sendingar, men tað vórðu ikki skorað fleiri mál, og nú eru tað fýra stig frá KÍ, sum framvegis er ósigrað og hevur átta stig, og aftur til Víking, sum bara hevur vunnið ein dyst – 2-1 á heimavølli ímóti HB, tá ið bæði málini vórðu skorað, sum teir ljósabláu higartil hava vunnið.

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12