Hann bar krossin upp á Golgata, fevndi hann. Longu flogvaður av rómverjum, læt hann seg negla og hanga á hendan krossin. Hansara nærmasta fólk flýddi, fóru frá honum í hansara royndartíð, fíggindar hansara spottaðu hann, meðan hann hugdi niður á tey, bløddi og líðandi, og segði: “Faðir, fyrigev teimum!”
Hvat er hetta, hvussu ber slíkur offurkærleiki til? Hesin Jesus, sum gjørdist heimsins kendasta navn, sum byrjaði tíðina og hvørs bók, Bíblian, gjørdist mest lisna. Svarið er bert at finna í júst teirri bókini, har tað stendur: “Tí so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, fyri at hvør tann, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” So tað var ein kærleiki til hvønn einstakan av okkum við tí endamáli at frelsa okkum til ævigt lív.
Deyðin er hundrað prosent tryggjaður fyri øll, eingin sleppur undan. Hesin Jesus, sum eisini doyði á krossinum, verður sagdur at hava vunnið á deyðanum og reis upp frá deyðum triðja dagin. Eg haldi, at vit hava brúk fyri eini forkláring her, hvussu ber hetta til? Svarið finna vit aftur í áðurnevndu bíbliu. Har stendur, at „løn syndarinnar er deyði“, og at Jesus, sum sonur Guds, livdi eitt syndaleyst lív og harvið ikki kundi deyðin halda honum.
Nú vita vit, at vit vanligu menniskju synda hvønn dag. Vit slatra, lúgva, útnytta, hata og fara ókærliga við hvørjum øðrum o.s.fr.. Listin er líka óendaligur sum hesin Jesu kærleiki til okkum sum hann tekur á seg allar okkara milliardir av syndum á krossinum, sum ein risamagnet. Og fyri Gudi Faðirinum sigur hann tí: “Fyrigev teimum!”, og hvat kann Gud tá gera annað enn at fyrigeva okkum, tá syndir okkara eru tiknar burtur. Við hesi fyrigeving og frælsi frá syndini er vegurin til ævigt lív knappliga latin upp, eins og deyðin hevur mist rættin at halda okkum.
Er størsti spurningurin og óttin í hvørjum menniskjahjarta ikki "deyðin"? Fara vit bara at lata vera við at vera til, sum um vit ongantíð vóru til, ein prikkur, sum doyvir burtur, hvørvur í einki? Tann, sum vann á deyðanum, svarar í einum offur- og kærleiksfyltum “Nei, trúgv á Meg, so skalt tú liva”, tí sum áðurnevnda Bíblia at enda sigur: “O deyði, hvar er sigur tín? O deyði, hvar er tín stingur? Deyðans stingur er synd, og syndarinnar kraft kemur frá lógini. Men tøkk veri Harranum Jesusi, Gudi okkara”.
Kærleikin á krossinum hevur talað, kunnu vit ignorera hann og skunda okkum á veg til meiningsleysa tómleikan og deyðan í grøvini, ella velja vit trúnna og gleðast um eina undurfulla æviga framtíð saman við lívsins høvdinga,
Jesusi Kristi?
Peter Kujala