Ongi úrslit

Páskadagur

© ChatGPT
Vitlíkismynd
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Páskadag hátíðarhalda vit uppreisnina og lívið.

Líðingin og deyðin langafríggjadag er ikki tað síðsta vit hoyra um Jesus í Bíbliuni. Hettar hóast hann kendi seg forsømdan av øllum - eisini av Gudi.

Gud reisir hann upp frá teimun deyðu, og vísir soleiðis, at Jesus veruliga er sonur Guds. Hann vísur tí eisini at lívið er sterkari enn deyðin, eisini tá alt bendir á tað øvugta.

Orðið páskir stavar frá pesach, sum á hebraiskum merkir at leypa um. Jødisku páskirnar, sum Jesus og lærusveinarnir hava ferðast til Jerúsalem at halda, merkja loysing hjá jødunum úr trældóminum í Egyptalandi.

At leypa um, er ein tilvísing til deyðseingilin, tann seinasta av teimum tíggju plágunum, sum Gud rakti keisaran í Egyptalandi, Farao við. Hettar fyri at fáa hann at leyslata jødarnar.

Deyðseingilin drap hin fyrstfødda í hvørjum húsi. Men hann leyp um húsini hjá jødunum, tí teir høvdu smurt blóð av slátraðum lambi á durakarmarnar, júst sum Gud hevur givið teimum boð um at gera.

Jesus verður í bíbliuni eisini samanlíknaður við eitt lamb, sum ofrar seg sjálvan fyri at bjarga øllum menniskjum frá deyðanum.

Vitlíkismynd.

Sambært Bíbliuni vísir hin upprisni Jesus seg fyrstu ferð fyri Mariu Magdalenu páskamorgun við grøvina. Hann sigur við hana, at hon skal ikki halda fast um seg, men at hon skal fara og siga lærusveinunum, at hann fer upp til Faðir sín og Gud, og ger hana til fyrsta vitnið og apostul hjá apostlunum.

folkekirken.fo

Mest lisið hesa vikuna

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

2. apríl kl. 11:02

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

1. apríl kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

Í gjár kl. 08:41

Fer illa við manni sínum

2. apríl kl. 18:12