Higartil í ár hevur KÍ verið flúgvandi í Betri Deildini hjá monnum. Eftir níggju umfør eru klaksvíkingar fremstir við fullum stigatali, og við einum málmuni upp á 25-4. Og ellivu ferðir hevur málskjúttin verið Páll Andrasson Klettskarð, sum eisini ger hann til toppskorara í deildini.
Góða gongdin hjá teimum kongabláu norðoyingunum og nógvu málini frá roynda framherjanum, eru óivað ein av orsøkunum til, at Páll Klettskarð er valdur til besta spælara í Betri Deildini hjá monnum í mars og apríl mánað.
Av níggju møguligum atkvøðum, fekk Páll fulla úrtøku, meðan Bjarki Nielsen úr B36 gjørdist nummar 2. Á einum deildum triðja plássi endaðu Arnbjørn Svensson úr Víkingi, Jákup Andreasen úr KÍ, og Hanus Sørensen og Mads Borchers úr HB.
– Tað er viktugt at fáa eina góða byrjan upp á kappingina, so vit eru sjálvandi sera væl nøgdir við gongdina higartil. Men enn er bara ein triðingur spældur, so tað er langur vegur á mál, sigur Páll Andrasson Klettskarð við heimasíðuna hjá FSF.
Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Fyri heiðurin fekk Páll Andrasson Klettskarð handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd , ið er latin av Betri.